Gjeikarin ætlar sær við Team Rynkeby Føroyum

Tann so væl kendi gjeikarin, Kjartan, ætlar sær eisini við Team Rynkeby Føroyum til París

Tað boðar hann frá undan galladøgurðanum, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri á Hotel Føroyum í komandi viku. Kjartan fer á gallaveitsluni at greiða frá, hví hann so avgjørt ætlar sær við Team Rynkeby Føroyum til París hesaferð.

 

Bílegg við at trýst HER

 

In.fo hevur tosað við ein persón, sum stendur gjeikaranum heilt ótrúliga nær. Hann, vit kunnu kalla hann fyri SS, sigur at gjeikarin er uppsettur upp á at súkkla í gulu Team Rynkeby Føroyar troyggjuni í 2015. Orsøkin er heilt serstøk og tekur støðu í túrinum frá í fjør.

 

Galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum, sum hevur til endamáls at savna pening inn til krabbameinsrakt børn, verður á Hotel Føroyum 14. feburar.

 

Rudolf Joensen verður borðstjórið. Millum tey sum undirhalda og framføra verða Pipar og Salt, Flamma, Lena og Niclas, Tróndur Enni og Lív Næs, Ernst Sondum Dalsgarð, Bollarnir, Hallur og vinmenn, Døgg Nónsgjógv og Tórshavnar Manskór.

 

Allur peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til børn við krabbamein og familjur teirra, boðar Team Rynkeby Føroyar frá.