Meðan fleiri ikki fáa lent í Vágunum og mugu yvirnátta í Íslandi ella Norra, so hevur Lív Reynheim (tv) verið so mikið heldig, at hennara flogfar lendi júst sum ætlað.
- Eg føli meg eitt sindur heldiga. Tað má eg viðganga, sigur Lív, ið er búsitandi í Keypmannhavn og skal vera heima í Føroyum í góða viku.
Lív og Monika Mohr arbeiða í backstage rúminum, har tær skulu vera til handa hjá tónleikarunum.
- Hetta er stak hugnaligt. Fleiri av útlendsku nøvnunum eru ikki komin, so tað hevur ikki verið so nógv at gjørt sum væntað, sigur Monika, ið somuleiðis býr í Keypmannahavn.
- Uppgávan er nokk so einkul. Vit skulu bara vera tøk og varta tónleikararnar upp. Eitt nú syrgja vit fyri, at tey hava drekkandi á borðinum umframt snaks.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tær báðar genturnar úr Havn, eru á G! festival.
- Líka síðan 2004 hava vit verið rímiliga fast inventar á G! festivalinum. Onkur festivalur er tó dottin ímillum, sigur Monika.
- Tá man býr niðri, er tað ordiliga deiligt at kunna koma higar og møta nógvum fólki, sum man kennir. Tað er ótrúliga stuttligt, sigur Lív.
Tað er kanska eitt sindur av tilvild, at Lív og Monika endaðu á G! í ár.
- Vit vurderaðu satt at siga, at vit vóru ov gamlar at fara á festival í ár. Men so bjóðaði ein vinkona okkum arbeiði her, og so tóku vit sjálvandi av, sigur Monika at enda.