Tað var sjónligt, tá vitjað varð inni í manningarrúmunum hjá japanarunum, at teir og føroyingar ikki kunnu samanberast í stødd. Rúmið var bæði trongt og lágt.
Tvær koyggjur vóru inni á kamarinum, sum annars líktist einum vanligum skipskamari við øllum tí vanliga á skottunum. Koyggjurnar tóktust stuttar, og dúrkið var ikki meira enn eitt vanligt skrivaraborð í vídd.
Og ikki var hægri enn í mesta lagi 1,80 m. millum dúrk og loft, so neyðugt var hjá blaðmanninum at bukka seg niður alla tíðina.
Men blíðir vóru teir og vístu fegnir fram, hesir ungu japansku fiskimenninir, sum vóru at kalla eiðasørir í enskum málið, so ilt var at fáa nakra samrøðu við teir.
Reint umborð
Tað fyrsta, sum møtti tær, tá vitjað varð umborð á Koei Maru No. 58, var, at uttan fyri stýrihúshurðina stóð ein rúgva av skóm. Har slapp eingin inn í skóm at dálka dúrkið. Soleiðis.
Sama var allastaðni umborð. Ikki ein blettur nakrastaðni. Og í maskinrúminum var so reint, at til hevði borið at lagt tunguna á allastaðni.
Á brúnni var ein føroyingur, sum hevði verið við skipinum til fiskiskap. Tað var Hans Johannesen úr Norðdepli, sum fegin greiddi frá, hvussu fiskiskapurin fór fram.
Skiparin var eisini á brúnni, men tá roynt varð at fáa eina samrøðu við hann, rýmdi hann, og sást ikki aftur. Sum skiltist hevði hann ongan serligan hug at tosa enskt.
Skipið var ógvuliga reint og væl hildið. Og væl var tað eisini útgjørt á brúnni við øllum teimum tólum, sum til hoyra.
Umframt var eisini ein heilur fuglaflokkur í búri og eitt altar.
Tað var sjónligt umborð á japanska skipinum, at sjómenn eru religiøsir.
Á brúnni var eitt altar bygt inn í skottið, har ein skál við rísi varð ofrað hvønn morgun.
Hvør átrúnaðurin var, og hvønn ofrað varð til, fekst ikki uppspurt.
Smáir húkar
Hóast fiskurin, fiskaður verður, er stórur, og teymarnir rímuliga tjúkkir, vóru húkarnir sjáldsama smáir. Nógv minni enn ein vanligur kalvahúkur.
Teymarnir eru ymiskir til longdar. 43, 45 og 50 m., greiðir Hans Johannesen frá. Til at gera skil á, hvørja longd teir skulu brúka, eru teir ymiskt littir.
Tá sett verður, verða teymarnir við ávísum millumrúmi klipsaðir á ryggin.
Tað er tó ikki so, at merkt er av, nær teymurin skal á. Tað roknar ein telda út, meðan sett verður. Og so sigur eitt ljóð frá, tá tíð er at klipsa.
Klipsini, sum teymurin varð heftur á ryggin við, vóru størri enn húkurin.
Tað tekur vanliga einar seks tímar at seta, sigur Hans Johannesen. So stendur línan næstan líka leingi, áðrenn farið verður aftur at draga.
Og tað er einki við at bera nakað ella lyfta tungt.
Tá fiskur er á, verður hann stýrdur inn í ein hydrauliskan glúp og so tikin inn.
Teymarnir verða drignir á spæli fyri seg, og verða samstundis kveylaðir upp. Síðan verða teir klipsaðir av rygginum og lagdir á flutningsband, sum flytur teir aftur á reyv, klárar at seta aftur.
Línan verður drigin gjøgnum rør aftur á bátadekkið, har hon verður kveylað niður í seks avlang bing.
Flotlína er, so nógv pláss kravdist til boyur og flot annars.
Tað eru ordiligar kúlur, sum flóta skulu við so stórum fiski, sum hesir tunfiskarnir eru.
Ymiskir fiskar
At japanararnir ikki bara fiska tunfisk innan fyri føroyska fiskimarkið, var sjónligt beinan vegin, komið varð umborð.
Har stóðu fleiri mans við tráðu, og hóast royndin tóktist ógvuliga koncentrerað, var fiskiskapurin her inni ikki nakað at reypa av.
Í eini spann í galluni lá ein ulka, sum teir ivaleyst ætlaðu at matgera.
Men í lastini var ørðvísi vorðið. Har lógu hesir prúðu kropparnir av tunfiskunum beinfrystir.
Tað frysti 60° í lastini, so tólini hjá myndamanninum høvdu líkasum hug at streika. Klæðini frystu beinanvegin stív, og praktikantarnir, sum við vóru, vóru meira at kalla bláfrystir, tá komið var útaftur.
So hóast álmanakkin vísti, at oktober er við at enda, kendist tað sum um summarið at koma út aftur í føroysku heystluftina og takka japansku fiskimonnunum og føroyska felaga teirra fyri góða móttøku umborð.