Jógvan Páll Lassen, verjin hjá ákærda manninum, segði í sínari samanum tøku, at maðurin kundi ikki gjørt haltari hønu mein, og tí var tað óhugsandi, at hann hevði framt morð.
Hann legði út við at siga, at minnið er vánaligur vinur, og so vísti hann á fleiri dømi um, hvussu vitnini tóku feil, eisini politistarnir í hesum málinum.
Hann vísti eisini á, hvussu portørurin ikki mintist, at tað var hann sum hevði tikið knívin úr hondini á tí deyða.
Hann vísti eisini á, hvussu annar av donsku serfrøðingunum segði, at tað vóru týðilig tekin um, at tað hevði verið »kamp« í køkinum, men løtu seinni segði hann, at tað var ikki til at siga, hví stólurin var koppaður.
Hann vísti eisini á, at serfrøðingarnir søgdu, at ákærdi var dementur, og tí ikki kundi havt »arrangerað« ástaðið soleiðis, at ákæruvaldið segði.
Tað var heldur einki argument, at ákærdi ikki dugdi at forklára seg.
Hann vísti á, hvussu harðligur órættaði var í hjúnarbandinum, og fyrrverandi konan segði seg neyvan hava verið á lívi, var hon ikki rýmd frá honum.
Jógvan Páll Lassen segði eisini, at ákærdi alla tíðina hevði hildið seg til somu frágreiðing, og at tað var vanligur taktikkur hjá politinum, at avhoyra ákærd fleiri ferðir, fyri at finna ósamsvar í frágreiðingunum.
Hann segði annars, at tað var uppgávan hjá ákæruvaldinum at prógva, at tann ákærdi var sekur, og tað helt hann als ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað.