Gjørdi seg inn á gentu á Setrinum

Ein 36 ára gamal maður varð fyrr í vikuni funnin sekur í harðskapi og blygnaðarskemd. Ein morgunin í heyst gjørdi hann seg inn á ein annan næming inni á vesinum á Fróðskaparsetrinum. Hann tók um hálsin á henni, trýsti hana inn í eitt horn og royndi at mussa hana.

 

Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni og greiddi frá, at hann einans ynskti at tosa við gentuna um eina hending eftir eina veitslu í mai mánað í fjør.

 

Tey bæði ganga í sama flokki á Setrinum, men hava annars lítið samband og kendust ikki framman undan. 

 

Maðurin er einaferð fyrr dømdur fyri grovan harðskap. Í 2012 varð hann dømdur sjey mánaðar fongsulsrevsing, har av tveir vóru treytaðir, fyri at hava skorið ein mann nærum á háls við knívi, umframt at hava sligið hann við knýttum nevum og hótt við at drepa hann. Partur av treytaða dóminum var, at maðurin skuldi í viðgerð fyri sína alkoholmisnýtslu og vera undir eftiransing av kriminalforsorgini.

 

Ákærdi metti, at gentan og lærarin, ið var vitni til hendingina, bæði høvdu greitt trúverdiga frá, hvat var hent og at frágreiðing teirra hevur verið hin sama gjøgnum alt málið. Hon vísti á, at tey bæði einki samband høvdu framman undan hesum og at tí var eingin ivi um at talan var um blygnaðarskemd, tá hann royndi at mussa hana móti hennara vilja. Tað var eingin ivi um, at hon føldi seg skemda.

 

Hon bað tí um, at ákærdi fekk eina fongsulsrevsing á 40 dagar, og metti ikki, at ein treytaður dómur tænti nøkrum endamáli í einum slíkum føri. Maðurin er dømdur fyrr, eins og at ákærin metti ikki, at ákærdi enn heilt hevði skilt, hvussu grovt tað, hann hevði gjørt, var.

 

Verjin bað um, at maðurin skuldi frídømast. Hon helt fast við frágreiðing mansins, um at hann einsans hevði tikið í armin á gentuni, tí hann vildi hava hana at standa til svars fyri tað, sum hent varð í veitsluni várið fyri. Talan var einans um eina konfrontatión, og ongantíð var ætlanin at gera seg inn á hennara likam ella hennara blygd.

 

 

Dómarin metti, at maðurin var sekur í ákærunum, bæði um harðskap og um blygnaðarskemd. Hann valdi tó ikki at áseta nakra revsing enn, tí hann kundi hugsa sær, at kriminalforsorgin greiddi nærri frá, hví tey ikki mettu, at tað var til gagns fyri mannin, at vera undir teirra eftirliti. Revsingin verður tí ásett nærri seinni.

 

Í Vikuskiftissosialinum ber til at lesa frágreiðinginga frá unga manninum, um hví hann gjørdi, sum hann gjørdi. Eisini ber til at lesa frágreiðing gentunnar, og hvussu hendingin hevur ávirkað hana síðani.