Jane Hoydal er nú heiðurslimur í Kvinnuhúsfelagnum.
Tað var á 25 ára degnum hjá Kvinnuhúsinum, sum var í gjár, at Jane Hoydal varð vald til heiðurslim.
Felagið hevur gjørt hana til heiðurslim fyri tað stóra arbeiðið, hon hevur gjørt fyri Kvinnuhúsið, eitt nú við at savna inn hagtøl um virksemi hjá felagnum, soleiðis, at alt nú kann skjalprógvast.
- Tað er eitt arbeiðið, vit meta høgt, siga tey í Kvinnuhúsfelagnum.
Sjálv fekk hon ikki verið við á hátíðarhaldinum, men hon fær so heiðurin handaðan formliga, einaferð seinni.
Jane Hoydal hevur verið við í Kvinnuhúsinum frá fyrsta degi og hon var eisini við í áhugabólkinum, sum tók stig til at stovna Kvinnuhúsið. Somuleiðis var hon í fyrstu nevndini fyri Kvinnuhúsfelagnum.
Kvinnuhúsið varð sett á stovn tann 1. oktober í 1990 og í dag trý starvsfólk, svarandi til tvey ársverk, í Kvinnuhúsinum.
Í dag arbeiða 38 kvinnur ókeypis í eini vaktarskipan í Kvinnuhúsinum. Tær hava vakt um kvøldarnar, um næturnar, í vikuskiftunum og halgidagar, og sostatt ber til at fáa samband við Kvinnuhúsið allan sólarkringin.
Fýra av sjálvbodnu starvsfólkunum, hava arbeitt í Kvinnuhúsinum øll 25 árini. Tær eru Hildur við Høgadalsá, Winny í Pæsastovu, Herdis Holm - og so eisini Jane Hoydal.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá 25 ára hátíðarhaldinum hjá Kvinnuhúsinum