- Endurtikið úr samrøðuni. - H. L. A. Og so leita tit eftir undurverkum, sum um at júst tað, at tit liva so væl í friði so fjarskotin, ikki er størsta undrið í sjálvum sær. Tit hava misskilt nakað heilt álvarsliga. Eitt undur er á markinum til tað gudómliga, ella er tað. Grøðing er eitt undur, og at Jesus gjørdi vatn til vín er eitt undur. Men ein hálvgjørd gomul katólsk grótlaðing verður aldri eitt undur. Eitt útlendskt mentanarhús sum hetta verður aldri eitt undur. - Prátið gongur fyri seg í Norðurlandahúsinum. - Og so hugsar hann leingi og sigur: A wonder is a miracle, the feeling aroused by something marvellous, extremly and exeptionally beutiful, sigur hann heldur háfloygt og staðfestir, at okkurt av tí, føroyingar høvdu valt sum »undur« varð á ymsan hátt »bloody marvellous«, men so er alt sagt.
Spell at eg ikki fekk skift orð við henda áhugaverda mann, tá kundi eg havt víst honum eitt satt undurverk. Vanligi gongutúrur mín er gjøgnum Viðarlundina í Tórshavn. Í Viðarlundini er ein klovin klettur, og mitt úr klovningini veksur eitt træ. Hvørja ferð eg komi til klettin, rennur mær til hugs hin heimskenda sálmin: »Rock of Ages, cleft for meg. Let me hide myself in Thee«. Augustus M. Toplady (Ongl.), 1776. Í mínum ungu døgum sungu vit hann altíð á donskum. »Klippe, du som brast for mig, lad mig skjule mig i dig«. Umsett hevur Svend Regling. Á føroyskum eiga vit hann við tvinnanda týðingum. »Klettur klovin fyri mær, lat meg fáa lívd hjá tær«. Umsett hevur Jákup Dahl 1931. «Klettur klovin fyri meg! Fjaldur í tær eri eg«. Umsettur Victor Danielsen. Til at myndprýða henda sálm fæst valla vakrari mynd enn av steininum í Viðarlundini.
Sjálv havi eg hugsað, at yrkjarin kanska hevur sæð ein slíkan stein sum henda, men so er ikki. Frásøgn er um, at A. M. Toplady á høgari hædd í Burrington Combe kom í ávæntað toruveður og fann sær skýli í einum avkróki millum høgar kálksteinar. Har var sálmurin yrktur.
Tá ið ein gerst gamal, er gott at duga eitthvørt uttanat, tá er ein ongantíð heilt einsamallur. Nú ein dagin eg kom til steinin í Viðarlundini, rann byrjanarreglan á einum lovsangi fram fyri meg. »O, veldis Guð, eg undrandi má skoða«. Nic. J. Beder.