Glóðin er útkomin

Í vikuni kom útoyggjablaðið Glóðin aftur í sølubúðurnar kring landið. Talan er um sjeyndu útgávuna av blaðnum, og tað kemur út í sambandi við, at útoyggjastevna verður í Svínoy leygardagin.
Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um eitt nú trupulleikar í Mykinesi, nú Sørvágs kommuna hevur avgerandi orðið í bygdini. Eisini er ein áhugaverd samrøða við ein kvinnuligan bónda í Hesti, og somuleiðis er frásøgn frá útoyggjastevnuni í Hesti í fjør.