Danski landsliðssvimjarin, Mads Glæsner, hevur fingið karantenu í tríggjar mánaðir frá altjóða svimjisambandinum, FINA, tí hann undir HM í stytthyli í fjør fall í eini dopingkanning, sum vísti spor av evninum, levmetamfetamine.
Levmetamfetamine, sum er av mildastu evnum á dopinglistanum, varð funnið í dopingroyndini, sum var tikin eftir finaluna í 400 metra frísvimjing tann 14. desember í fjør, tá Mads Glæsner vann bronsu. Men nú hevur hann so mist bronsumerkið.
Tveir dagar seinni, vann Glæsner HM-gull í 1500 metra frísvimjing á millum annað á okkara Pál Joensen, sum fekk bronsu, men tað heiðursmerkið verður ikki tikið frá Glæsner, tí ein dopingroynd tann dagin staðfesti einki ólógligt.
Herfyri kom eisini fram, at ein annar danskur landsliðssvimjari, Frans Johannessen, sum hevur føroysk foreldur, var fallin í eini dopingkanning, sum var í sambandi við Danish Open í mars mánaði, tí hann hevði astmaheilivág í blóðinum.