Glóð á Summar Festivalin

Rokkbólkurin Glóð fer at seta lív í stóra tjaldið á Summar Festivalinum.

 

Hans Edward Andreasen, sum er kendur úr bólkinum The Dreams, hevur seinasta árið eisini verið partur av bólkinum Glóð, sum spælir rokktónleik á

føroyskum máli.

 

Teir hava havt tvey stór hitt við sangunum Spilt Tíð og Ferðsludráp, og tónleikurin hjá bólkinum hevur veruliga fangað oyrað.

 

Glóð gav í fjør fløgu út, men teir hava ikki spælt nakað serligt live enn. Tað verður í øllum førum broytt á Summar Festivalinum, tá ið Hans Edward og

hansara menn fara á pallin í Flags tjaldinum og bjóða áhoyrarunum modernaðan føroyskan rokktónleik.