Glaður fyri at eg raðfesti HB framum hondbóltsfinaluna

Rás 2: Tað sigur Jógvan Skeel Nolsøe, sum í seinastu sekundunum skoraði avgerandi málið fyri HB móti TB/FCS/Royn í dag

HB staðfesti í dag sína støðu í oddinum av bestu føroysku fótbóltsdeildini, tá HB vann útidystin móti Suðuroyingum við 0-1. Einsamalla málið í dystinum kom ikki fyrrenn í evstu løtu, tá innskifti Jógvan Skeel Nolsøe skoraði avgerandi málið eftir hornaspark.

 

Men tað at Jógvan Skeel Nolsøe skuldi fáa ein so avgerandi leiklut fyri HB, lá ikki alla tíðina í kortunum. Ístaðin var Jógvan Skeel Nolsøe, sum í vetur eisini hevur dømt hondbólt, settur at døma hondbóltsfinaluna í Vestmanna í dag millum VÍF og Kyndil.

 

Men Jógvan Skeel Nolsøe meldaði avboð til hondbóltsfinaluna og raðfesti fótbóltsdystin í Suðri framum, og ta avgerðina angraði match-vinnarin ikki eftir dystin, tá Hilmar Jan Hansen fekk orðið á hann á Tvøroyri.

 

Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.