Glarsmiðjan í ljósum og innbjóðandi hølum

Fríggjadagin 3. februar læt Glarsmiðjan - innramming og gallarí upp í nýggjum hølum í Dr. Jacobsensgøtu 7 í Havn. Í hesum sambandi var móttøka fyri listafólkum, viðskiftafólkum og øðrum

Glarsmiðjan í Bøgøtu er nú flutt í nýggj hølir í Dr. Jacobsensgøtu.
Hølini eru ljós og innbjóðandi við hópin av málingum á vegginum. Hetta eru málningar, sum nógv ymisk fólk hava málað, og allir málningarnir eru til sølu. Tað er Anders Jonassen, sum eigur og rekur Glarsmiðjuna.

Anders Jonassen er dani og útbúgvin glarmeistari. Hann kom til Føroyar í 1995 og er giftur Paulinu, sum er úr Havn. Í 1998 yvirtók Anders Glarsmiðjuna í Bøgøtu. Sama árið keypti hann eisini húsini í Dr. Jacobsensgøtu 7, sum nú eru umbygd til virksemið hjá fyritøkuni. Umframt gallarí, handil og verkstað í miðhæddini er virksemið víðkað til eisini eitt gallarí í kjallaranum.

Anders Jonassen sigur, at endamálið hjá honum er, at hava tað sum danir kalla ein "kunsthandil", har fólk kunnu koma inn og keypa ein málning á staðnum og ikki noyðast at bíða til ein evt. framsýning er liðug.

Men Anders leggur dent á, at høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni er farmvegis innrammingin. Tey hava eisini eitt stórt úrval av liðugtgjørdum rammum í nógvum ymiskum støddum. Glarsmiðjan selur eisini steinprent fyri Grafiska verkstaðin.