Glasir brúkar 800 litrar av olju – um dagin

Men løgmaður sigur, at tað kundi verið nógv verri

Í januar mánað í ár hevur skúladepilin, Glasir, brúkt 24.692 litrar av olju. Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður. Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vildi hava at vita, hvussu nógva olju, Glasir brúkar. Hann vísti á, at Løgtingið hevur játtað pening til eina jarðhitaskipan, men hon er ikki sett til.

 

Løgmaður sigur, at jarðhitaskipanin er ikki sett til enn, tí tað er eitt av arbeiðnum, sum enn liggja á láni, men vónin er, at hon verður sett til í næstum, helst í næsta mánað. Annars skuldi Glasir brúka jarðhita og Fjarðhita, men Fjarðhitin er heldur ikki komin út í Marknagil enn.

 

Hinvegin hevur Fjarðhitafelagið yvirtikið orkumiðstøðina á skúlabygningunum í Marknagili, og til fjarðhitin er knýttur í, verður allur skúlin hitaður við olju. Og talan er um ein stóran bygning og tað sæst aftur í rokningini, tí Glasir hevur brúkt slakar 800 litrar um dagin í januar mánað.

 

Hinvegin speiróku løgtingslimir við, at harafturat riggaði hitaskipanin so illa, at tað var kakao, sum helt næmingarnar heitar, og onkran dag vórðu teir eisini sendir til húsar. Helgi Abrahamsen heldur, at størsti trupulleikin er, at Glasir er tikin í nýtslu, áðrenn skúlin var liðugur.

 

 

Løgmaður vísir á, at tað var undanfarna samgonga, sum gjørdi sparingar á Glasi, og ein avleiðing av tí, er hendan støðan, vit eru í nú. Men undanfarna samgonga ætlaði at Glasir skuldi bara brúka olju, so støðan kundi verið nógv verri, tí segð hevði Glasir brúkt 800 litrar av olju, hvønn einasta mánað. Men tað varð so broytt, leggur hann afturat.

 

Kaj Leo Holm Johannesen og Sonja Jógvansdóttir, halda, at politikarar mugu halda upp at at hava Glasir til happafugl, tí hetta er ein ungdómsstovnur, og nú snúi tað seg um at fáa skúladepilin lidnan.