Glataðir Spælimenn í spælihýri

Bókadagarnir end­aðu við for­kunn­ugari framførslu við Glataðu Spæl­i­monnunum, ið framførdu 30 ára gomlu plátuna Gluggamynd. Hetta var nostalgi, og full­setta Klingran livdi við, tá gomlu klassikararnir av føroyska vinstravonginum ljómaðu.

Niels Uni Dam
----


Klingran var á tremur við fólki sunnukvøldið kl. 18. Hóast nógv sjálvandi vóru har í sambandi við onnur tiltøk á bókadøgunum, var greitt, at heilt nógv vóru komin at uppliva hesa framførsluna við Glat­aðu Spælimonnunum. At tón­leikurin hevur breiðan tokka millum fólk, var eyðsýnt. Her vóru ung sum gomul og fólk av øllum slag, men eg fari neyvan skeivur, tá eg sigi, at vinstravongurin og tónleikarar vóru eyka væl umboðaðir.

Kollektivir og Perlan
Jakobina Elingsggard greiddi okk­um frá, at hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at henda útgávan var spæld úr enda í annan. Hon hug­leiddi eisini um tíðina, tá tey skriv­aðu tónleikin, um yrkingarnar hjá Jó­annesi Nielsen og Tummas Napol­eon Djurhuus, ið tey stríddust fyri at gera rútmiskt og melodiskt sang­­barar. Hon hugleiddi um kollek­tivini har tey búðu, og um Perl­­una, har tey hugnaðu sær.

Hugnaligt
Vit vórðu síðan førd gjøgnum frálíku løgini, so sum framúrskarandi orð­ini í "Til Boga og allar nýføðingar í verðini", inniliga vakra lagið "Vøggu­ljóð", ið Pauli og Jakobina skrivaðu til orðini hjá Tongla Tummas, og so allar hinar deiligu sangirnar, ið langt síðan høvdu vunnið sær pláss í hjørtunum hjá áskoðarunum.
Persónligu favorittarnir "Selatrað 8. juli 1626" og "Á Boðanesi" skuffaðu heldur ikki. Eingin ivi skal tó vera um, at tað var "Leygarmorgun í Havn" blúsutti klassikarin, ið Jó­annes Nielsen skrivaði orðini til, ið fekk bestu móttøkuna. Fólk klapp­aði við, og hugnaði sær, fullsetta Klingran livdi við.

Ein heit og hás rødd
Samanumtikið var hetta ein deilig framførsla, serliga tær báðar Andrea og Angelika á floytu og violin góvu ljóðmyndini hjá Glataðu Spæli­monnunum eina ró og ein vakur­leika, ið henni tørvaði.
Eg má tó eisini taka røddina hjá Paula Hansen fram. Hetta er ein rødd, ið man hevur hoyrt alt ov lítið til á útgávum. Hon er heit og hevur ein eitt sindur hásan klang. Hetta ger hana frálíka til hesar vøkru sangirnar.

Nostalgi telur við
Bólkurin hevði ikki vant saman leingi, konsertin kom í lag fyri tveim­­um vikum síðan. So vit máttu bera yvir við, at bæði tekstir og nótar vóru settir á nótastativ frammanfyri teimum. Men tey komu væl frá framførsluni.
Hesir sangirnir eru so sterkir, og fyri tey nógvu, ið kendu teir so væl frammanundan var hetta ein ferð aftur í tíðina, tá góðtekur man lættari smáar feilir og annað.
Hetta var við øðrum orðum nostalgi, og man kundi tí lætt fyrigeva Jakobinu, at røddin ikki longur orkaði so væl at syngja sangirnar, og at bassspælið hjá Fróða Sandoy ikki altíð var heilt í topp, umframt at Pauli ikki altíð megnaði at sláa á streingirnar við somu styrki, so gittarin tað einu løtuna var sera harður og næstu løtuna júst til til pass.
Man kendi seg ríkari, tá man eftir ein tíma ella so av tónleiki, fór aftur út í vetrarkvøldið í Havn. Ein av gomlu fjepparunum, segði við meg, meðan vit gingu út úr Norðurlandahúsinum, at man skuldi havt sett nakrar kulda­blásarar inn eftir gólvinum í Klingruni, so hevði man skapt tann ordiliga Perlustemningin.


FAKTA

Glataðu spælimennirnir 2013 vóru:
Jakobina Ellingsgaard, sang, slagverk og trummu.
Pauli Hansen, sang og gittar.
Arnbjørn Sivertsen, gittar.
Fróði Sandoy, kontrabass
Angelika Nielsen, violin.
Andrea Heindriksdóttur, tvørfloytu.