Tvøroyri: Tað er ikki ofta, at Tvøroyri og suðuroyingar fáa slíka vitjan. Men einaferð skal verða fyrstu ferð.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika hesa vitjanina, sum umsíðir gerst veruleiki í sunnastu oyggj okkara.
Tað er felagsskapurin Operation Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagsskapur sum eigur gomlu Norröna.
- Tað er ikki frítt, at tey 180 fólkini umborð, og sum koma úr 40 ymiskum londum, eru spent uppá vitjanina, sigur samskiparin hjá OM í Føroyum, Karl Robert Vang.
Við móttøkuna hóskvøldið er ætlanin at gera nógv burtur úr. Millum annað eru umboð fyri politiska myndugleikan og løgmaður sjálvur boðin við. Og sum skilst fer løgmaður eisini at siga nøkur orð í hesum sambandi.
Logos II steðgar í Føroyum til mánadagin, tá leiðin verður løgd víðari norður í hav. Næsti steðgur verður í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.
Altjóða café
Undir vitjanini á Tvøroyri fáa fólk høvið at vitja umborð á Logos II til øll tey ymisku tiltøkini, ið verða fyriskipað av manningini.
Her verður m.a. talan um eina stóra bókasølu, har fólk kunnu ogna sær eitt sera stórt úrval av kristiligum bókum. Henda bókasølan er opin allar dagarnar, meðan skipið liggur við bryggju.
Eitt annað spennandi tiltak er ein serstøk “international café”, sum somuleiðis verður opin meðan skipið liggur á Tvøroyri.
Umframt alt hetta verður rundvísing av skipinum og onnur spennandi tiltøk fyri øll og allar aldursbólkar.
Tað verða tó ikki einans tiltøk umborð, tí ætlanin er eisini at hava onnur tiltøk í landi undir vitjanini. Tað er annars ókeypis at koma umborð.
Tiltøk umborð og í landi
Millum tey mongu tiltøkini umborð á skipinum er eitt serstakt hjúnarkvøld fríggjakvøldið.
Á middegi leygardagin verður eitt tiltak fyri øll tey, sum hava verið við OM tey seinastu fimmti árini.Um kvøldið verður eitt altjóða kvøld í ítróttarhøllini í Trongisvági, har ein fyrst fer at hava eitt mentanarligt innslag við góðum boðskapi.
Aftaná verður eitt stórt ungdómstiltak har ein stórur partur av manningini á Logos II fer at luttaka, umframt Andrew Berghamar og Kristina Bærentsen.
Sunnudagin hevur Logos II opið hús, har dentur serliga verður lagdur á familjuna. Møguleiki verður her at heilsa uppá manningina.
Vitjanin endar sunnukvøldið kl. 22 tá sangur, røður og fýrverk verður á skránni.
“Gamla Norröna” kemur seinni
Hetta er fyrstu ferð at eitt skip hjá felagsskapinum vitjar í Suðuroy. Áður hava onnur skip hjá OM vitjað bæði í Klaksvík, Runavík og í Havn. Nógvir føroyingar hava eisini mynstrað umborð á hesum skipinum gjøgnum árini.
Upprunaliga var ætlanin at gamla Norröna, sum nú eitur Logos Hope, skuldi koma higar í ár.
Umvælingin av skipinum tók tó longri tíð enn væntað, og tí verður henda vitjanin av ongum í ár.
Men lítil ivi er um, at skipið fer at koma hendavegin í nærmastu framtíð. myndir koma