Gleða seg til heimavøllin

Liðskiparin og venjarin hjá U21-landsliðnum gleða seg at spæla HM-undankapping á heimavølli

Fyri mánaða síðani varð skipað fyri HM-undankapping í hondbólti í Føroyum, tá ið kvinnulandsliðið var vertur fyri kapping, har Makedonia, Ísland og Eysturríki vitjaðu. Komandi vikuskiftið er enn ein HM-undankapping á heimavølli á skránni, tá ið U21-landsliðið hjá monnum fær møguleika at vísa seg fram fyri heimaáskoðarunum.

Les eisini: Her er U21-hópurin

Liðskiparin hjá Føroyum, Helgi Hoydal, sigur í samrøðu við Ítróttarsosialin, at hann gleðir seg at spæla á heimavølli. Ígjøgnum árini hava leikararnir á U21-landsliðnum spælt nógvar kappingar uttanlands, men ongantíð eru teir slopnir at royna seg á heimavølli.

- Eg gleði meg nógv at spæla á heimavølli, tí eg aldrin havi roynt tað áður. Eg ivist ikki í, at vit á liðnum fara at gera alt fyri at prógva fyri teimum, ið leita sær oman í høllina, at føroyskur hondbóltur er í stórari menning. Hetta hava vit sæð í øðrum kappingum, bæði her heima og í kappingum uttanlands, sum landsliðini hava verið til. Vònandi koma nógv fólk at rópa á okkum, tí tað kann veruliga lyfta okkum leikarar upp á eitt hægri støði, sigur landsliðsliðskiparin í samrøðu við Ítróttarsosialin.

Høvuðsvenjarin hjá Føroyum, Kári Nielsen, sigur eisini, at nú verður spennandi loksins at spæla á frammanfyri heimaáskoðarum.

- Vit hava verið til nógvar kappingar ígjøgnum árini, men ongantíð áður hava vit spælt á heimavølli. Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikararnir megna at gagnnýta heimavøllin, sigur Kári Nielsen somuleiðis í samrøðu við Ítróttarsosialin.

Mótstøðuliðini hjá Føroyum verða Sveis, Ísrael og Finnland. 

Les upptaktina til HM-undankappingina í Ítróttarsosialinum í dag, sum kann keypast í ymsu sølubúðunum í landinum.