Gleðiligt

Á móttøkuni fríggjadagin vóru nógvir ymsir gestir, og ein teirra var amerikanska Kimberly Asther

Ein teirra, sum var hjástødd, tá Lindin fyri fyrstu ferð sendi FM bylgjurnar út á 101,0, var amerikanska Kimberly Asther.

Í hálvt fjórða ár, hevur hon nú búleikast í Íslandi, har hon seinastu tíðina hevur knýtt at Íslendsku »Lindini«, og var tað í hesum sambandi, at hon nú var komin til Føroya.

Tað er jú altið soleiðis, at tað er ein góð hjálp, um fólk við royndum innan økið eru við í einum arbeiði. Kimberly hevur tí verið í Føroyum meginpartin av desember mánaði, og eftir at hon hon hevði verið heima og hildið jól, hevur nú verið við í fyrireikingunum seinastu 10 dagarnar.

Lítið er at ivast í, at royndir hennara eru komnar sera væl við hjá fyristøðufólkunum, og sjálv nevnir Kimberly telduskipanina, sum eitt av teimum økjum, har hon kundi geva sítt íkast. Talan er um somu telduskipan, sum tey nýta í Íslandi, og hevur hon sostatt greitt frá, hvussu henda riggar.


Spennandi

Sjálv sigur Kimberly, at hon heldur vera eitt sera áhugavert og spennandi tiltak, og ikki minst er tað gleðiligt, at støðin nu er vorðin veruleiki. Serliga tí tað í so nógv ár hevur verið arbeitt fyri hesum endamáli.