Gleðir seg at koma til Føroya at arbeiða

Nýggi læknastjórin á Landssjúkrahúsinum hevur verið tvær stuttar ferðir í Føroyum í seinastuni og kunna seg við umstøðurnar her

 

Tað verður hendan konan, sum hereftir verður triðja beinið, sum eitt av landins allarstørstu arbeiðsplássum kemur at standa á.

Hetta er Anne Grete Mikkelsen, sum nú skal vera læknafakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Anne Grete Mikkelsen tekur 1. desember við starvinum sum læknafakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum og sostatt er ovasta leiðslan á okkara høvuðssjúkrahúsi loksins fullmannað.

Anne Grethe Mikkelsen er 58 ára gomul og hon er í løtuni umsitingarligur yvirlækni á sjúkrahúsinum í Faaborg á Fjóni í Danmark.Hon tók læknaprógv í Århus í 1970 og fekk serlæknaviðurkenning í internum medisini í 1981.Hon hevur verið yvirlækni í Faaborg síðani 1991 og verið administrerandi lækni har síðani januar 1993.

Umframt læknafakligu útbúgvingina, hevur hon holla útbnúgving í leiðslu og fyrsiting.

Setanin verður, sum hjá sjúkrahúsleiðaranum og sjúkrarøktarstjóranum áramálssett í fimm ár.


Ikki ókunnug við Føroyar

Hóast Anne Grethe Mikkelsen er donsk, er hon ikki heilt ókunnug við føroysk viðurskifti, tí eitt skifti í 1985 var hon eisini yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í fimm mánaðir.

-Henni dámdi sera væl í Føroyum og tá fekk hon sjálvsagt eisini eitt innlit í føroyska heilsuverkið.

Tá ið eg so sá, at lýst var eftir læknastjóra til Landssjúkrahúsið, gjørdi eg av at royna eydnuna, sigur hon.

Og tað loysti tað seg at søkja tí sum kunnugt fekk hon starvið.

Síðani hon varð sett, hevur hon eisini verið tvær stuttar ferðir í Føroyum, her hon hevur kunnað seg við umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum. Nú kemur hon ikki aftur, fyrrenn hon tekur við starvinum.

Hon sigur, at hon gleðir seg at koma til Føroyar at arbeiða og hon heldur, at tað ljóðar sum ein spennandi avbjóðing at standa á odda fyri læknafrøðini á okkara høvuðssjúkrahúsi.

Men hon fæst ikki at siga nakað um, hvat hon heldur er serliga avbjóðandi.

Hon sigur, at hon hevur avtalað við restina av leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, at hon skal onki siga um framtíðina hjá sjúkrahúsinum, ella um sínar metingar av støðuni, fyrrenn hon hevur tikið við starvinum og hevur sett seg betri inn í viðurskiftini.

-Tað vildi verið skeivt at sagt sína meining um viðurskifti, sum eg veit ov lítið um. Tað vildi altíð kunnað verið vent og snarað og misskilt og tað hevði ikki tænt nøkrum endamáli, sigur Anne Grethe Mikkelsen.

Tað hevur annars gingið sera strilti at fáa ovastu leiðsluna á landssjúkrtahúsinum mannaða. Stríð ímillum læknar og sjúkrasystrar førdi í fleiri ár við sær, at málið lá óloyst til miklan ampa fyri allar partar.

Stríðið snúði seg um, antin Landssjúkrahúsið skuldi hava eina tvístreingjaða leiðslu við einum røktarfakligum stjóra og einum læknafakligum stjóra á jøvnum føti, ella um talan skuldi vera um eina einstreingjaða leiðslu við einum leiðara við evstu ábyrgdini.

Eftir stríð í fleiri ár samdust læknar, sjúkrasystrar og politiski myndugleikin um eina leiðsluskipan við trimum fólkum, einum sjúkrahúsleiðara við evstu ábyrgdini fyri Landssjúkrahúsinum, einum læknafakligum stjóra við læknaligu ábyrgdini og einum røktarfakligum stjóra við ábyrgd fyri røktini.

Undir hesi trýstreingjaðu leiðsluni verður landssjúkrahúsið so býtt sundur í tríggjar høvuðsdeildur, eina medisinska deild, eina skurðdeild og eina psykiatriska deild. Á hvørjari deild verður ein leiðandi yvirlækni við evstu ábyrgdini og beint undir honum verður ein yvirsjúkrasystir, sum fær ábyrgdina av røktini.

-Í ovastu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum fara sostatt at sita frá 1. Desember: Jóanis Erik Køtlum, sum er sjúkrahúsleiðari, Marin Vang, sum er røktarfakligur stjóri og Anne Grete Mikkelsen, sum er læknafakligur stjóri.