Gleddist um spælið

Venjarin hjá Herfølge, John »Faxe« Jensen, tóktist væl nøgdir um dystin, hóast talan gjørdist um eitt 2-0 tap

Jákup Mørk

Álvur Haraldsen

úr Herfølge

Hóast ein kanska kundi hildi, at venjarin hjá oddaliðnum mundi vera í øðini, nú teir høvdu mist trý stig í oddastríðnum, so var støðan júst hin øvugta.

Faxe tóktist nevnliga sera væl nøgdur, tá hann eftir dystin tosaði við tíðindafólkini.


Hygja frameftir

- Hevði talan verið um, at vit høvdu tapt, orsakað av vánaligum spæli, so hevði støðan sjálvandi verið ein onnur, men eg eri sera væl nøgdur við spælið, sum leikararnir sýndu í dag. At vit so ikki megna at skora upp á møguleikarnar, er sjálvsagt at harmast um, men megna vit at fáa sama spæl fram aftur í komandi dystunum, so eri eg vísur í, at stigini fara at koma. Vit kunnu í øllum førum ikki misnýta so nógvar møguleikar eina ferð afturat, greiddi væl dámdi venjarin frá.

Hann helt ikki, at nøkur orsøk var til at hugsa ov nógv um tapið í dag, men at hann og leikararnir heldur skuldu um positivu lutirnar í spælinum, og royna at byggja víðari á hetta.


Dómararnir ov lítið støðufastir

Um hendingina, sum viðførdi málið, vildi Faxe ikki siga alt ov nógv.

- Eg sá ikki so væl, hvat hendi, og kann eg ikki so væl siga frá, um dómarin metti skeivt, tá hann góðkendi málið, greiddi venjarin frá.

Hann hevði tó bitið merki í, at eftir hansara tykki slapp Mikkel Beck alt ov væl, tá hann ferð eftir ferð vann luftbóltar í dysti við verjuleikarar hjá Herfølge.

? Ikki tí, hann er ótrúliga sterkur í høvdinum og dugir væl at »tima« avsettið, men hann nýtir eisini álbogarnar hvørja ferð, hann fer upp. Undan kappingarársbyrjan fingu vit frá dómarunum at vita, at teir í nógv størri mun fóru at revsa hetta, men tey orðini hava teir so ikki livað upp til, greiddi venjarin frá. Hann vildi tó als ikki geva dómaranum nakra skuld fyri tapið, tí sum hann sjálvur segði, so høvdu leikarar hansara ríkiliga nógvar møguleikar at avgera dystin.