- Gleði meg til meira spælitíð

Brandur Hendriksson Olsen sær fram til avbjóðingina í Vendsyssel FF

 

Vendsyssel FF kunngjørdi í dag, at felagið hevur gjørt ein hálvt ára leigusáttmála við føroyska landsliðsleikaran í FC Keypmannahavn, Brand Hendriksson Olsen, sum 1. Januar byrjar í nýggja felagnum.

Brandur Hendriksson Olsen verður sostatt fjórði føroyski leikarin í Vendsyssel FF, sum frammanundan hevur Hall Hansson, René S. Joensen og Meinhard Olsen í hópinum.

 

Í samrøðu við donsku heimasíðuna bold.dk í dag, greiðir Brandur frá, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

 

-       Eg gleði meg nógv til komandi avbjóðingina, og tað at fáa meira spælitíð enn eg havi fingið í heyst. Serliga tað at spæla um trý viktig stig hvørja viku, havi eg saknað.

 

Samstundis greiðir landsliðsleikarin frá, at man onkuntíð verður noyddur at traðka eitt fet aftur, fyri at koma longur fram.

 

-       Í ávísum førum, verður tú noyddur at fara eitt stig niður, fyri at koma veruliga upp aftur, og tað havi eg valt í hesum førinum.

 

Tað er eisini ein lítil kollvelting at skifta frá FC Keypmannahavn, sum er millum størstu feløgini í Danmark til Vendsyssel FF, sum er eitt lutfalsliga nýtt felag. Brandur Hendriksson Olsen væntar tó, at tað kann fara at rigga.

 

-       Eg havi tosað við Ova Christensen um alt. Tað kann kanska tykjast sum um, at Vendsyssel ikki er eitt felag sum er skapt til mín, av tí at spælistílurin hjá teimum er øðrvísi enn tað eg eri vanur við. Eg haldi tó at tað er ein góð loysn, og eg gleði meg bara at byrja í felagnum, og at kempa um uppflyting við felagnum.

 

Vendsyssel FF liggur í løtuni á øðrum plássið í næstbestu donsku deildini.