- Eg eigi vaksin børn og á jólum síggi eg meiri til tey enn annars. Tað gleði eg meg mest til á jólum
Tað fortaldi fólkakæri tónleikarin, sangarin og lagasmiðjurin, Martin Joensen, áhoyrarum og lurtarum, tá ið Rás2 hevði beinleiðis sending av Hvonn hóskvøldið.
- Men so fái eg eisini yvirhøvur betri tíð til mín sjálvs, hóast tað er øgiliga rokaligt, leggur hann afturat.
Nú er Martin Joensen “komin rímiligt upp í árini”, sum hann sigur, farin um tey seksti og hann sigur, at tað dylist ikki, at í hansara tíð eru jólini nógv broytt.
Tey fyrstu jólini, hann minnist var tá ið hann var fimm ella seks ára gamal og hann hevði fingið ein bil úr plasti í jólagávu frá eini fastur ella mostur í Danmark.
- Eg fór út at spæla við honum, men tá ið eg var komin út, kom ein størri drongur í grannalagnum og breyt bilin.
- Tað eru mítt fyrsta jólaminni, sigur Martin Joensen.
Hann sigur, at tað var ikki bara at fara inn eftir einum øðrum bili, tí hetta var einasti bilur, hann átti.
Martin Joensen sigur, at tað er nokk munurin á jólum fyrr og nú, at tá var tað á jólum, at ein fekk tað, ein ynskti sær, altso tað, sum kostaði eitt sindur av pengum.
Fekk ein ikki tað, ein ynskti sær hesi jólini, var at bíða til næstu jól.
- Eg havi varhugan at í dag er tað at kalla eingin munur á. Jólini eru bara enn eitt høvi at fáa gávur.
- Tað er líka vanligt at fáa eina stóra gávu allar aðrar tíðir, sum á jólum.
Hann heldur akkurát á tí økinum eru jólini eitt sindur broytt.
Yvirhøvur heldur Martin Joensen avgjørt, at vit hugsa ov nógv um tað materiella á jólum.
- Men tað er ikki bara á jólum. Eg haldi, at yvirhøvur er lívið rættiliga materielt. Men eg vóni, at jólini kunnu vera við til at minna okkum á, at tað eru onnur viðurskifti í lívinum, enn tað verðsliga, sum hevur týdning.
Annars hugsar Martin Joensen ikki so nógv um, at tað er desember og jólahugni.
- Tíðin gongur øgiliga skjótt
Hann sigur, at upp undir jól komu hann og konan koyrandi í Havn, tá ið konan vildi hava hann við at keypa jólatræ.
Martin mutaði ímóti tí tey høvdu keypt jólatræ.
Men so rann tað bráfdliga fram fyri hann, at tað var í fyrrárið, at hann hevði keypt eitt jólatræ.
- So tíðin gongur øgiliga skjótt hjá mær, sigur hann.
Hann heldur, at lívið er ein spegilsmynd lívinum. Jólini eru eitt stórt rok og lívið er eitt stórt rok.
Serliga hesa síðstu tíðina hava vit fingið nógvar miðlar, næstan og nógvar miðlar, íroknað Facebook.
Størsti trupulleikin er, at tað ber ikki til at tosa við fólk um nakað, tí tey vita alt frammanundan. So tað ber heldur ikki til at fortelja nøkrum nakað nýtt longur – ella eina skemtisøgu, tey ikki hava hoyrt fyrr.
Annars hevur hann ikki nøkur hugskot til jólagávur, tí fólk hava ríkiligt av øllum frammanundan.
Men sum gamal hippiari heldur hann, at vit skulu geva hvørjum øðrum í yvirmát av kærleika og umsorgan fyri teimum, sum hava minni enn ein sjálvur.
Sjálvur ynskir hann sær ein góð og friðarlig jól við eini góðari heilsu fyri seg og øll síni.
Annars eru Martin og tey mitt í eini umbygging, tí vit eru við at flyta í onnur hús og hansara jólaynskið er eisini, at tey koma væl ígjøgnum tað, og at nýggju húsini verða liðug á nýggjarinum, í øllum førum.
Sjálvur plagar hann at brúka jóladagarnar at hugna sær, hyggja at sjónvarpið og tosa við familjuna.
|