Niels Uni Dam er ein av mest virdu tónleikaummælarunum, sum vit hava í Føroyum. Og hann var avgjørt millum tey, ið fegnaðust, tá Twisted Sister kom a plakatina hjá Summar Festivalinum.
Twisted Sister, man vera tann bólkurin, ið hevur ávirka meg mest yvirhøvur, sigur Niels Uni Dam við heimasíðuna hjá Summar Festivalinum, og sum vera man, er hann spentur, nú framførslan hjá barndómshetjunum stendur fyri framman.
Og so er tað eisini tað serliga, at Niels Uni eisini sjálvur skal á pall á Summar Festivalinum. Niels Uni er nevnliga frontmaður í MC Hár, sum kanska ikki longur eru so aktivir, men sum avgjørt eru til reiðar, tá møguleiki er at sleppa á ein av stóru pallunum í landinum.
– Tankin um, at eg skal spæla á sama festivali sum Twisted Sister, er ein, ið eg aldri havi hugsað, sigur ein Niels Uni við heimasíðuna hjá Summar Festivalinum.
- Eg havi verið á heilt ótrúliga nógvum konsertum og sæð flestu av mínum yndisbólkum live. Men Twisted Sister havi eg ongantíð sæð áður, og eg gleði meg sum eitt barn, sigur hann.
Tað var stóra hittið We’re Not Gonna Take It, sum í sín tíð blásti Niels Una um koll.
- Áðrenn eg fall fyri teimum, dansaði eg breakdance, rappaði og teknaði grafitti. Roxanne, Fatboys, Run DMC, Grand Master Melle Mell ogGrandmaster Flash vóru tað, sum fylti í mínum Ghettoblastara. Men so hoyrdi eg “We’re not gonna take it”, og eg var seldur. Eg keypti allar LP’irnar, og hetta tendraði mín áhuga fyri rokki og seinni eisini tungmálmi, sigur hann.
- Vit sótu í stovuni hjá einum vinmanni og hugdu umaftur og umaftur at einum slitnum kopieraðum videobandi av “Stay Hungry” konsertferðini. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at Dee Snider var størsta fyrimyndin, tá eg stovnaði MC-Hár.
- Vit vóru eisini málaðir á fyrstu konsertunum. Hann hevði víst mær, hvat eitt heildarshow var. Dee var tann, ið eg vildi liva upp til á pallinum, og er tað nokk enn í dag, 23 og eitt hálvt ár seinni, sigur Niels Uni Dam.