Føroya Rættur hevur kolldømt uppsøgnina av trimum leiðandi námsfrøðingum í Vágs Kommunu og dømt kommununa at rinda teimum 75.000 krónur í part í endurgjaldi. To staðfesti rætturin, at tað var í lagi, at kommunan setti ein leiðara til fleiri geografiskt spjaddar námsfrøðiligar eindir.
Hetta veit heimasíðan hjá Føroya Pedagogfelag at siga.
- Eg eri sera fegin vegna teir tríggjar námsfrøðingarnar, sum fingu so óvirðiliga viðferð av Vágs Kommunu, at eisini Føroya Rættur heldur tey hava verið stórum órætti. Tey hava fingið fullkomna uppreisn og eitt lítið pengaligt plástur á sárið, og tað er gott.
Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, nú Vágs Kommuna er dømd at rinda Unn Michelsen, Eilen D. Simonsen og Sørin Richardt 75.000 krónur í part í endurgjaldi. Tað hevur Føroya Rættur avgjørt.
Orsøkin er, at uppsagnirnar av teimum trimum fyrrverandi leiðarunum á dagstovnunum í Vágs Kommunu sambært dóminum ikki vóru sakliga grundaðar.
Unn Michelsen var í farloyvi sum leiðari í barnagarðinum Eikilund í Vági, Eileen D. Simonsen var virkandi leiðari í hennara stað, og Sørin Richard var leiðari í frítíðarskúlanum í Vági, tá tey øll trý vórðu søgd úr starvi við virknað frá 1. mai 2012.
Frammanundan høvdu tey trý fingið ætlanarskriv um uppsøgnina, Sørin Richardt fekk sítt 30. august 2001, og Unn Michelsen og Eilen D. Simonsen fingu síni 7. oktober 2011. Ongin av teimum góðtók ætlanarskrivini.
Í ætlanarskrivunum vóru uppsøgnirnar grundaðar á ætlaðar bygnaðarbroytingar. Vágs Kommuna ætlaði sær at byggja ein nýggjan dagstovn, sum skuldi rúma bæði barnagarði, vøggustovu og frítíðarskúla. Ráð vóru tó ikki til eisini at lata nýggja stovnin hýsa eini vøggustovu, og tí skuldu tey smæstu børnini framhaldandi ansast í dagrøkt. Men øll dagstovnaskipanin – barnagarður, frítíðarskúli og dagrøkt – skuldi hava eina leiðslu.
Men nýggi stovnurin varð ikki liðugur at taka í nýtslu fyrr enn 1. mai í ár.
Dómurin staðfestir eisini, at Vágs Kommuna hevur framt so álvarsamt brot á reglurnar um grundgeving og hoyring í sambandi við uppsagnirnar, at hetta brot einsamalt eigur at føra til ógildan av uppsøgnunum.
Kommunan hevur nevniliga brúkt ymiskar grundgevingar fyri, hví leiðslubroytingar skuldu gerast á ansingarøkinum.
Eins fegin, forkvinnan í Pedagogfelagnum er um henda greiða sigurin hjá teimum trimum starvsfólkunum, eins hørm er hon um hin partin av dóminum, sum sigur tað vera í lagi, at Vágs Kommuna savnaði alt dagstovnaøkið undir eina leiðslu, áðrenn nýggi stovnurin var bygdur, og dagstovnur og frítíðarskúli tískil húsaðust á hvør sínum staði í bygdini.
Løgfrøðiligi dysturin hevur tó snúð seg um, hvussu hugtakið dagstovnur skal skiljast í dagstovnalógini, tí ongin ivi eru um, hvat hon bókstaviliga sigur: At hvør stovnur skal hava ein leiðara. Pedagogfelagið hevur hildið fast um – og heldur enn fast um – at ein stovnur bara kann hava ein bústað. Tað merkir, at hann ikki kann liggja spjaddur á fleiri geografiskt atskildum bústøðum, sum talan var um í Vági.
Men hesum var rætturin tó ikki samdur í. Í dóminum verður víst á viðmerkingarnar til dagstovnalógina, har tað millum annað verður sagt, at fleiri kommunur kunnu samstarva um at hava eina felags leiðslu um til dømis dagrøktarskipan. Hetta kann so eisini tulkast yvir á dagstovnaøkið, heldur Føroya Rættur.
Niðurstøðan er, at um leiðslusamstarv kann vera millum fleiri kommunur, so má tað í minst líka stórt mát kunna loyvast millum stovnar í einari kommunu. Eisini nevnir dómurin fyridømi frá øðrum kommunum sum grundarlag fyri at siga, at tað var í lagi, at Vágs Kommuna skipaði barnaansingina undir einari leiðslu, meðan hon enn var spjadd á ymiskar bústaðir.
- Júst hetta við at flyta ásetingar fyri dagrøktina yvir í dagstovnaskipanina er veikleikin í úrskurðinum – tá talan er um at samskipa dagrøktir gevur lógin heimild – men tað stendur onga stðani í lógini, at man kann samskipa dagstovnar. Dagrøktin er ein heilt annar strukturur og hevur eingi krøv til útbúgvin starvsfólk, bara leiðslan skal vera námsfrøðingur. Uppgávan hjá einum dagstonvaleiðara er at leiða fakfólk, meðan leiðslan hjá einari dagrøkt ikki skal leiða fakfólk, men ófaklærd, og dagrøkt er júst ein ansingarskipan og ikki eina dagstovnaskipan”, vísir forkvinnan í Pedagogfelagnum á.
Les meira um málið á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum her