Glenn: Eg fekk sekkin frá leiðsluni í NSÍ (FM1)

(FM1) Glenn Ståhl var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag. Hoyr hann taka samanum tíðina sum venjari, og hví hann er fyrrverandi NSÍ-høvuðsvenjari nú

##med2##

- Eg fekk sekkin frá leiðsluni í NSÍ. Hetta segði Glenn Ståhl í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.

Glenn Ståhl greiddi frá, at hann sum professionellur høvuðsvenjari vildi hava NSÍ at verða eitt meira professionelt fótbóltsfelag, tí sum standurin er nú, so er felagið eftirbátur í mun til HB og KÍ, ið við Jens Berthel Askou og Mikkjali Thomassen á odda hava saman við leiðslunum í HB og KÍ skapt professionellar rammur.

Glenn Ståhl eftirlýsti at fáa settan í starv ein fysiskan venjara í NSÍ, men tað kundu hann og leiðslan ikki semjast um.

Glenn Ståhl slær fast, at spælararnir í NSÍ eru tann besti hópurin hann hevur arbeitt saman við, og hann var glaður fyri, at hann og NSÍ-hópurin í gjárakvøldið og í nátt kundu møtast fyri at siga hvørjum øðrum eitt hjartaligt farvæl.

Glenn Ståhl hevur ikki stongt dyrnar fyri at royna seg aftur í Føroyum, men so skal tað felagið verða klárt at taka ímóti einum 100 prosent professionellum fótbóltsvenjara.

Tróndur Arge og Glenn Ståhl tóku eisini samanum tíðina hjá Glenn sum venjari í NSÍ í ár, og við TB/FCS/Royn í 2018.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina við Glenn Ståhl.

(Fótbóltspanelið 2. oktober 2020. Gestur: Glenn Ståhl)