Glenn er upp á tal í B36

Betri deildin menn: Fyrrverandi venjari hjá NSÍ er upp á tal í B36

B36 boðaði í gjár frá, at felagið skal hava nýggjan venjara. Dan Brimsvík og B36 eru farin hvør til sítt. Síðani hava fleiri gitingar verið um hvør nýggi venjarin verður, men sum skilst, so er einki komið upp á pláss tí víðvíkjandi.

 

Fyrsta navnið, sum er blivið nevnt, er Glenn Ståhl. Tað hevur bolt.fo eisini skrivað. Svenskarin er fyrrverandi venjari hjá NSÍ og hevur verið stjóri fyri akademiinum hjá KÍ. Tað er ógreitt, um tað eru samráðingar ella júst hví hansara navn er nevnt.

 

Eitt annað boð hevur verið Sámal Erik Hentze. Hann er fyrrverandi venjari hjá B36 og hevur verið ein FM-vinnandi venjari hjá B36, HB og Víkingi. Tað er tó nakað síðani, at hann hevur verið høvðusvenjari í Betri deildini og tyskist ósannlíkt.

 

Mest sannlíkt er B36 í holt við at kanna marknaðin enn og ongin avgerð er tikin. B36 hevur seinnu árini havt fleiri danskar venjarar í felagnum. Vit síggja eisini ein innrás av norskum venjarum og svenskum spælarum. Alt hetta kann skapa sambond, sum leiðslan í B36 kann fáa gagn av.