Nevndin hjá NSÍ hevur í kvøld koyrt venjaran, Glenn Ståhl. Hetta kemur púra óvart á og kann illa hava nakað við leikligu gongdina í seinastuni, tí NSÍ hevur staðið seg væl seinastu dystirnar.
- Samstarvið ímillum NSÍ og Glenn Ståhl er enda. NSÍ ynskir at takka Glenn fyri tíðina og arbeiði hann hevur gjørt í NSÍ, og vit ynskja Glenn alt tað besta framyvir. Ein lokal venjaraloysn er sett at taka sær av NSÍ liðnum, inntil ein onnur loysn er funnin. Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar, skrivar NSÍ.fo
NSÍ vann so seint sum sunnudagin 4-1 á Skála og er á triðja plássi. Tað at hava verið nakað av órógv rundanum venjaratoymið, men NSÍ kemur ikki við nakrari forkláring um hví ein annars væl lýddur Glenn Ståhl er koyrdur í felagnum upp á standandi fót.