- Fótbóltur er ikki altíð rættvísur. Eg haldi vit høvdu uppiborið minst eitt stig í dag. Orðini eigur litríki svenski venjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl.
Hóast harmur um tapið er Glenn Ståhl sera væl nøgdur við hugburðin og arbeiðsavrikið hjá Suðringum, ið hann heldur var framúr.
Glenn Ståhl hevur verið glaður fyri eitt upplivingarríkt ár við Suðringum, har hann við einum tunnum hópi hevur megnað at bjargað Suðringum plássið í Betrideildini, og megnaði eisini at røkka hálvfinalunum í steypakappingini. Men Glenn Ståhl hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram sum høvuðsvenjari hjá Suðringum.
At ferðast úr Suðuroy og heim til Göteborg í Svøríki tekur 16 tímar, og tað er ein alt ov long ferð heim at vitja familjuna greiðir Glenn Ståhl frá.
Spurdur um hann fer at taka við einum venjarastarvi, ið er nærri flogvøllinum vil Glenn Ståhl einki avdúka. Glenn avdúkar heldur ikki í hvørjum landi hann verður venjari komandi ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Glenn Ståhl.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg