Glistrup takkaði fyri seg

Umstríddi danski politikarin Mogens Glistrup doyði mánadagin. Glistrup stovnaði danska Framburðsflokkin, hann stríddist ímóti persónsskattinum, og hann hevði avgjørdar meiningar um innflytarar í Danmark

Mánadagin doyði ein av mestu umstríddu og litríku donsku politikarunum í nýggjari tíð. Mogens Glistrup var í nógv ár ein sentralur maður í donskum politikki, og við sínum avgjørdu meiningum um eitt og annað setti hann hann stundum ferð á politiska orðaskiftið í Danmark.

Mogens Glistrup var føddur í Rønne í 1926. Hann hevði útbúgving sum juristur, og fyrst í 70’unum gjørdist hann kendur sum politikari. Hann stovnaði danska Framburðsflokkin og var fólkatingsmaður í árunum frá 1973 til 1990. Hann sat tó í fongsli frá 1983 til 1986 fyri skattaundandrátt.

Mogens Glistrup hevði meiningar um tað mesta, og serliga umstríddar vóru hansara hvøssu meiningar um innflytarar í Danmark. Men Glistrup kundi eisini verða skemtingarsamur.

Tá ið tosað varð um danska hernaðarvaldið, helt Mogens Glistrup, at danska verjan kundi verið skorin niður til ein telefonsvarara, sum á russiskum og kinesiskum segði: “Vit yvirgeva okkum”.

Og onkrir av mótstøðumonnum hansara fingu eisini okkurt skotið:

- Hvat skulu vit við fólki, sum lesa samfelagsfrøði. Tað fáa vit bara fólk sum Svend Auken burturúr.


Gløggur politikari

Júst javnaðarmaðurin Svend Auken var ein av politikarunum, sum eftir deyðan hjá Mogens Glistrup viðurkendi, at talan var um ein heilt serligan politikara.

- Glistrup var ein av stóru persónunum í donskum politikki. Hann myndaði nýggja høgravongin, og tað var eitt slag av anarkismu: burtur við skattinum, løgunum, og lat fólkið sjálvt avgera. Eg haldi tó avgjørt, at Glistrup hevði eina skaðiliga ávirkan, tí arvurin eftir hann er Pia Kjærsgaard, hatur til muslimar og útlendingar, sigur Svend Auken við Ekstrablaðið.

- Eg fari at minnast hann fyri hansara glaða ørskap og útrúliga humor. Hann var ein stór hjálp sum starvsfelagi, og hann skilti alt nógv skjótari enn hini. Hann var kanska ein av teimum fimm klókastu fólkatingslimunum, sum hava verið eftir seinna veraldarbardaga, sigur Svend Auken.


Vitjaði í Føroyum

Fyri seks árum síðani vitjaði Mogens Glistrup í Føroyum, og tá hitti táverandi blaðmaðurin á Sosialinum, Jústinus Leivsson Eidesgaard, Glistrup í Vágsbotni. Tann tá 76 ára gamli Mogens Glistrup sat á einum beinki og læs Sosialin.

- Eg eri her 42. hvørt ár, og næstu ferð er komið at vitja føroyingar, tá verið eg 118 ár. Fyrstu ferð eg var í Føroyum var í 1960. Tað var ein góð vitjan og nú eri eg aftur, men í heilt øðrum ørindum. Eg eigi eina abbadóttir, hon er 10 ára gomul, og seinastu fimm árini hava vit verið røsk at ferðast við henni. Also ikki eg og konan einsamøll, men eisini dóttir okkara og so svigarsonurin, sum er eitt slag av ferðafyrireikara fyri okkum. Akkurát nú siti eg her sum avtalað, og bíði eftir hinum, tey eru og gera okkurt ørindi í býnum og vit avtalaðu, at eg skuldi sita á hesum bonkinum, so tey kunnu finna meg aftur. Eg havi vitjað undirhúsið og javnaldrarnar har, segði Mogens Glistrup.

Jústinus: Er tú ein nøgdur fyrrverandi politikkari?

- Eg veit ikki hvussu fyrrverandi eg eri. Eg var sakførari, og lógirnar sum politikkararnir smíðaðu, vóru burtur úr vón og viti. Eg mátti gera okkurt við hetta og gjørdist politikkari. Nú eri eg pensioneraður og fegnist um, at tann politikkur, sum eg kom fram við, verður førdur í dag í odd og egg. So kann tað vera líka mikið, hvør fær heiðurin, bara vit flyta okkum á rættari leið, og tað er júst tað sum hendir nú, segði Mogens Glistrup.

Mogens Glistrup gjørdist 82 ára gamal. Hann giftist í 1950 við Lene Glistrup, og tey fingu fýra børn.