Glorybox og prát og roks

TÓNLEIKUR. Rokkbólkurin Glorybox, við føroyska guitarleikaranum og sangskrivaranum Jan Johansen, er farin at gera um seg í Europa. Konsertferð teirra í Benelux hevur gingið væl, og helst verða tey á palli í Føroyum í seinnu helvt av mei mánaði

Stutt síðan gav bólkurin Glorybox út fyrstu fløgu sína, Vacuum. Tey vóru í Føroyum í fjør, og koma eftir ætlan skjótt aftur. Hendan greinin snýr seg mest um tónleikin, men eisini onnur ting. Til seinast er ein samrøða við norska limin í bólkinum Jan-Erik Stig.


Yndisligt skról

Glorybox halda til í Keypmannahavn, men eru úr Noregi (Jan-Erik), Føroyum (Jan) og USA (Sarah).

Onkur hevur kallað tónleikin Noizz Pop (larmi-poppur). Eitt serligt slag av noise-rocki, sum hoyrist aftur hjá Glorybox, er tónleikurin hjá Sonic Youth við teirra altkøvandi guitara við nógvum fussi og nógvari tyngd og eitt sindur av fesji. Tað hoyrist, at tey hava lurtað, kanska eftir Garbage, Depeche Mode, Portishead osfr (navnið Glorybox er eftir einum sangi á fyrstu plátuni hjá Portishead). Og so einum heilt serligum slagi av alternativum kristnum rokki, sum t.d hjá Starflyer 59 og Morella?s Forest, sum tó eru heilt ókend hjá okkum.

Tónleikurin skiftir nógv millum tað vakra og tað ógvusliga, líka sum Nirvana ofta gjørdu, men tað vakra og popputa er meira Cardigans enn Nirvana.

Týðandi partur av tónleikinum er at royna ymisk ljóð, og her fer tað ofta til markið við tað ómusikalska, uttan tó at fara yvirum. Møguleikarnir í guitaranum verða nógv troyttir. Til dømis legði Jan hann frá sær eina løtu á onkrum konsertum, tey høvdu í Føroyum, og spældi upp á pedalirnar og effektirnar. Ein skuldi hugsað, at tað ikki ljóðar av nøkrum, men á eini konsert kann tað ljóða væl og bólkast undir viðurkenda tónlist. Tey brúka eisini samplaran og eina rútmugandadós nógv.

Men mitt í øllum larminum er tað yndisligur poppur, tey spæla. Sarah syngur sum ein eingil, og løgini eru stundum sukursøt og bleyt sum sátubørn, tá tú sjálvur vart barn.

Ljóðið á Vacuum er eisini gott og produseringin á høgum støði, gjørd av einum norskum guitaristi úr bólkinum Reflex.


Tekstirnir

Summi heiti á løgunum benda á, at ljóðini sjálv skulu bera úttrykkið í sanginum. Til dømis Digital Lava og Sonic Ocean (ljóðhav). Tekstirnir hava lítið við heitini at gera, men havið og lavastreymurin hoyrast í tónleikinum. Lag 9 eitur Autumn. Hetta er eitt lag, har allur tónleikurin liggur undir einum tungum lagi av brummandi guitarljóði. Teksturin er um tað at finna sær okkurt til verju, tá ljósið og trýstið hótta okkum. Fyrst er tað sólarljós, og síðani er tað scenuljós (cellophane er plastikkfilmur at breiða yvir mat):


Starlight

sun is so bright

cellophane, cover me

stage fright

green light

Holy Spirit, cover me


Helst hevur sangurin navn eftir dáminum, og ikki tekstinum. Men tað ber bara til at gita.

Røddin er ikki bara miðil fyri tekstirnar, men eitt avgerandi ljóðføri. Tó eiga tekstirnir eisini sítt pláss. Har er ofta ein you, sum ikki beinleiðis verður identifiseraður. Viðhvørt er tað kærleiki ella longsul til hendan you, og tað ber til at síggja tað sum andaligan sang til Gud, og tað ber til at lesa tað sum kærleika til eitt menniskja. Annars er tað eisini fyri ein part lovsangur, sum hevur ta styrki, at myndamálið er gott, og málið er poetiskt.


Føroyaferðin í fjør

Glorybox vóru í Føroyum fyri tíggju mánaðum síðan. Fyrsta kvøldið tey komu, steðgaðu tey hjá ommu og abba Jan í Kollafirði og fóru so til Gøtu at spæla fyrstu konsertina. Hetta kvøldið var ikki serliga væl fyriskipað, men spældi væl av. Uttan at koma nærri inn á tað, so vóru fólk skelkað, tí konsertin var so góð, og fá høvdu hoyrt nakað um tey áðrenn.

Tá liðugt var, fór fólkið til hús. Glorybox hildu til í Norðagøtu, í einum húsum fyri seg sjálv. Frítíðina nýttu tey til at vitja familju hjá Jan, fiska seið og reyðfisk og vitja fólk og støð. Umframt losjuna spældu tey í Atlantis Bio, Café Natúr, høllini í Runavík og Norðurlandahúsinum.

Túrurin í Klaksvík var serliga góður, skiltist. Konsertin var góð, og útselt var (sangarinnan sigur sjálv, at tað er konsertin, henni hevur dámt best). Svøvnurin var ikki nógvur, men tey fingu gott innivist og vórðu víst runt í Norðuroyggjum av fittum fólki. Teimum dámdi eisini at verða stimað yvirumaftur í ikki so stórum báti.


Samrøða við Jan-Erik

um leyst og fast

Tit eru á konsertferð. Hvar?

? Vit byrjaðu í Hollandi 29. januar og fara at ferðast kring um í Benelux. Vit hava stórar ætlanir fyri summarið. Faktiskt ætla vit at taka allan heimin (ha, ha), og vit ynskja ógvuliga fegin at koma aftur til Føroya. Føroyatúrurin (mei ?99) var ein av teimum betru higartil. Jan er jú føroyingur, so sum bólkur er tað natú rligt, at vit kenna okkum heima í Føroyum.

Tit góvu eina plátu út herfyri. Eru tit væl nøgd við ljóð og hvørt av sínum?

? Vit eru ógvuliga errin av ljóðinum. Vit høvdu ein av teimum bestu tøkningunum í Danmark, Morten Bue, at gera okkum ljóðið fullkomið. Haraftrat var studiið sera gott. Tað er kent sum tað rúmið í Danmark, sum egnar seg best til at upptaka trummuljóð í. Teir hava ein gamlan analogan mixara, sum Gasolin brúktu í 70?unum. Analogt ljóð rokkar!

Svarar fløgan til tað, sum tit høvdu í huga, áðrenn tit fóru í studio?

? Ja. Vit ætlaðu at gera eina plátu, sum kundi spælast live, so at skilja, at vit ynsktu fegin at fáa fatur á tí orkuni, sum vit leggja í tónleikin, tá vit eru á palli. Sjálvandi eksperimenteraðu vit eitt sindur í studio, og tað haldi eg eisini riggaði væl.

? Tað er ótrúliga nógv í einum sangi sum Sunshower. Vit eksperimenteraðu okkum fram til ljóðini í honum saman við Emil (produsaranum) og Morten.

Tú tosar um live. Konsertirnar hjá tykkum eru intensar. Krevst nógv at fáa orku og stemning yvir á fløgu?

? Nei, tað haldi eg ikki. Vit hava altíð verið ein live-bólkur, eisini áðrenn vit lærdu at spæla. Eg haldi, at tað er partur av styrkini. Vit kunnu ikki spæla, uttan tá vit geva tí alt. Í studio ... eg haldi, at vit spældu, sum vit eru von. Ein munur er, at glasveggir eru millum okkum, og tað ger, at tað ber ikki til at bóltast hvørt um annað. So instrumentini sluppu heilskalað gjøgnum upptøkurnar. Tað stendur til tann, sum hoyrir, at døma um, hvørt tað eydnaðist okkum, men sjálvur haldi eg úrslitið vera gott.

Tónleikurin er sermerktur, og hann ljóðar av djúpt kreativum arbeiði. Er hann ein blandingur av tykkum øllum, ella hvussu?

? Tónleikurin er onkursvegna ein syntesa, sum verður til, tá vit venja. Men alt byrjar við hugskotum, sum hvør einstakur kemur við. Í fyrstani skrivaði Jan alt, men Sarah og eg eru farin at blanda okkum meira uppí. Jan dugir væl at skriva sangir, men tað er stuttligt at síggja, hvussu líka vit hugsa musikalskt. Og tó so ymiskt. Sangirnir á plátuni eru fyri tað mesta skrivaðir í felag. Samanlagt er úrslitið Glorybox, og tað haldi eg er eitt vakurt ting.

Er nú nakað eftir?

? Vit hava nógva orku, og fleiri góðir sangir eru á veg. Jan og Sarah eru gift nú, og tað hevur eisini givið sangskrivingini nógv gott ... aftrat so nógvum øðrum. Tað er eisini meir friður komin yvir tað, sum vit úttrykkja, soleiðis at skilja, at vit eru vorðin meira samd um, hvat ljóðar væl.

Hava støðið og góðskan í tónleikinum nakað við trúnna at gera?

? Jesus gevur íblásturin. Hann er skaparin og hevur givið menniskjunum evnini at skapa og valið at gera tað ella lata tað liggja. Vit royna ikki at tala fyri eini kristnari mentan. Vit koma øll úr eini kristnari mentan, men hava sæð, at hon er ein mentan millum aðrar. Tað er Jesus, sum er so einastandandi. Tað er hann, sum skal ærast. Ein journalistur nevndi, at tekstirnir eru bæði djúpt romantiskir og andaligir. Tað er tí, at hasi bæði hoyra saman. Jesus er ímyndin av tí romantiska, og tað er tað, sum vit eru hugtikin av. Let?s fall in love again.

Hvussu gongur við konsertum, sølu og at fáa tónleikin spældan í útvarpi?

? Ja, nú er plátan komin út í Benelux-londunum (á hollendska plátufelagnum Sally Forth Records), og tað gongur fínasta slag higartil. Nógv fólk hevur verið á konsert, og teimum dámar væl tónleikin. Sølan gongur eisini væl, tá hugsað verður um, at vit eru enn einastaðni langt niðri í undirgrundini. Men pressan í Hollandi hevur fingið eygað á okkum, og vit eru at hoyra í útvarpi. So tað er gott. Teir í plátufelagnum eru nakrir verri idealistar, og teir geva seg púrasta, so vit passa væl saman.

Gamli trummusláarin, Joel, er farin burturúr. Tók hann nakað við sær, tá hann fór, og hevur tann nýggi givið tykkum nakað nýtt?

? Joel er ein sera góður trummusláari tað skal eingin ivast í og tað var feitt at spæla saman við honum. Men hann hevði lyndi til at yvirspæla í mun til tónleikin, vit spæla. Rútmiskt talað, so er tað drive, eksplosiv orka og einfeldi, sum tendrar okkum. Eg haldi, at tað er eitt meira samt Glorybox, sum nú er á palli.

Koma tit aftur til Føroya?

? Tað tíma vit væl, men tað stendur til føroyingarnar. Vit vilja í øllum førum sera fegin.

Sært tú tað føroyska aftur í Jan, nú tú hevur verið her?

? Ja, eg kenni væl Føroyar aftur í Jan. Serliga tí vit koma frá tveimum ymiskum ekstremum. Heima lærdi eg at koma fimm minuttir fyri tíðina, og Jan kemur frá eini mentan, har man kemur ... hmmm, seinni. Men aftaná at hava verið í Føroyum, dugi eg at síggja, at hann ikki er tann ringasti.

Heldur tú, at tað føroyska hoyrist aftur í tónleikinum? Okkurt við náttúru, oyggjalívi, veðri, dølskni ella kanska lad-gå anda?

? Eg haldi, at tað man ávirka tónleikin eins og alt hitt, sum vit hava í viðførinum. Vit koma ymsastaðni frá, og tað er alt ein partur av gávuni. Tá tú hyggur út yvir eitt føroyskt landslag, tvingar tað okkurt fram í tær, tí tað er so yvirdrivið, so stórt og ódligt. ... Jú, tað kann brúkast í tónleikinum.

Hvar er nýggi trummusláarin frá?

? Danmark. Suðurjútlandi.

Eru tit ein altjóða bólkur? Tú og Jan tosa trý mál flótandi og búgva ikki har, sum tit eru frá.

? Ja. Vit halda til saman við fólki av ymsum tjóðum, og okkum dámar at ferðast. Men júst tá tú ferðast nógv, fær tjóðarsamleikin týdning. Tað er jú ein partur av okkum.

Fært tú stundir til annað enn tónleik? Lesur tú nógv? Saknar tú mammu tína?

? Eg royni ... tónleikurin fer við nógvari tíð. Men eg havi sæð, at tað er annað til í heiminum enn tónleikur. Eg lesi ikki so nógv, tá vit eru á tourné ... jú, tá vit ferðast langt ... eg lesi heima. Sjálvandi sakni eg familjuna, men gentuna sakni eg mest. Ikki siga tað við mammu.

Hav tað gott. Túsund takk fyri.

Det var så lidt. Guds fred. Håber vi snart ses.

Annars merkir glorybox dýrdarskrín.