Fróði Clementsen hjá AB var alt annað enn nøgdur um, at teir ikki høvdu vunnið dystin móti VB/Sumba.
- 2-2 á heimavølli móti liðnum, sum liggur niðast, er avgjørt ikki nøktandi, um vit skulu gera okkum vónir um at halda sessinum í deildini.
- Men tá tað er sagt, so gera vit uppgávuna óneyðuga trupla fyri okkum sjálvar. Vit geva teimum tvey hálvgum bílig mál, men tíbetur megna vit hóast alt at vinna tey bæði aftur.
Eftir steðgin tóktist spælið hjá tykkum steðga fullkomuliga. Var orkan tá gingin undan.
- Nei, tað haldi eg ikki. Men vit gloyma at spæla. Talan verður mest sum bara um langar bóltar, og tí er tað trupult hjá okkum at skapa nakað sum helst.