Harutíðin byrjaði seinasta leygardag, og hendan dagin fóru sjey av trettan monnum, sum hava keypt sær hagapart við Skáltoftir á Borðoynni, niðan í brøttu líðirnar fyri í felag at bjóða náttúruni av og skjóta harutíðina í gongd.
At skjóta harur snýr seg ikki bara um at skjóta nakrar fýra-fimm kilo tungar harur. Tá menn skjóta harur, sleppa teir at gloyma alt um arbeiði og famiju og brúka ein heilan dag einsamallir saman við byrsum, vinum og endaleysum bergtakandi fjallalendi.
Túrurin við Skálatoftir byrjaði klokkan hálvgun sjey við einum ein-tíma langum gongutúri niðan til hagapartin. Komnir niðan stilla teir seg í eina linju og fara til gongu, og tá ein kløkk hara støkkur undan onkrum kletti, er tað maðurin, sum er tættast við, sum skjýtur. Rakar hann ikki, flýggjar haran niðan eftir, og so er túrurin komin til næsta mann í røðini.
Veiðan er so væl skipað, at bara skjótastu og snildastu harurnar klára at flýggja.
Eftir seks tímar í haganum verður gingið omanaftur, og hóast einans fimtan harur eru fingnar til høldar hendan dagin, er lagið gott. Prátið gongur aftur til hin túrin, tá teir fangaðu 103 harur.
Næsta leygardag, vænta teir, verður ein góður dagur.