Tað er ikki dýrari at búgva í Klaksvík enn í Havnini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, vísir tí aftur, sum Eyðstein Poulsen, býráðslimur førdi fram fyrr í vikuni um at Klaksvíkar Kommuna er ikki kappingarfør.
- Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur gloymir at upplýsa, hvussu nógv bíligari tað er at búseta seg her í Klaksvíkar kommunu enn í Tórshavnar kommunu, sigur Jógvan Skorheim.
- Mær rennur í huga orðatakið, at ringur fuglur drítur í egið reiður, sigur Borgarstjórin. Jógvan Skorheim vísir til upplýsingar sum siga, at eini hús, sum eru bygd í sjeyti og áttatiárunum, eru einar 750.000 krónur bíligari í Klaksvík enn í Havn”. - Miðal rentan til sethús er 3,4% í løtuni og miðal afturgjaldstíðin er eini 25 ár. - Við hesari fígging kostar eitt bankalán á 750.000 krónur einar 3.700 krónur um mánaðin ella 44.400 krónur um árið.
Les meiri um sjónarmiðini hjá Jógvani Skorheim, við at trýsta HER
|