Ein hending í floghavnini í Esbjerg, sum fór fram hin 23. februar í fjør, hevur vakt ans. Ein tyrlumekanikari, sum hevði arbeitt upp á eina tyrlu, var óskettin og gloymdi ein topplykil eftir á takinum á tyrluni.
Hendingin fór fram stutt fyri, at tyrlan skuldi lætta sær á og fara út á eina uppgávu. Tá tyrlan var komin í gongd, hendi tað, at topplykilin boraði seg inn í tað eina propellu-blaðið, soleiðis sum niðara myndin til henda greinastubba vísir.
Danska Havarínevndin hevur júst almannakunngjørt sína frágreiðing um álvarsligu hendingina. Felagið, sum rekur tyrluna - NHV - hevur síðan tilburðin eisini skerpað arbeiðsgongdina, tá arbeitt verður upp á tyrlurnar.
Talan var um eina tyrlu av slagnum Airbus EC 175, sum eitt nú rekur tænastur fyri oljufeløgini, Total, Ineos og Hess við at flúgva manning til og av boripallum í danska partinum av Norðsjónum.
Tað var tíðliga um morgunin, hin 23. februar í fjør, tá tyrlan skuldi flúgva eina manning út til Tyra-økið í Norðsjónum, at tyrluskipararnir hoyrdu ein harðan brest, tá seinni motorurin á tyrluni fór í gongd.
Tyrluskipararnir steðgaðu beinanvegin báðum motorunum og sóu síðan, at ein topplykil hevði borað seg inn í eitt av propellu-bløðunum. Umleið 40 metrar frá tyrluni lá eisini ein boltur ella møtrikur.
##ms##
Danska Havarínevndin er komin til ta niðurstøðu, at hendingin var eitt menniskjansligt mistak, har ein mekanikari dagin fyri hevði gloymt topplykilin eftir á takinum á tyrluni. Tað var tyrlufelagið - NHV - sum heilt eftir bókini vendi sær til Havarínevndina og fortaldi um hendingina.
- Hetta er ikki eitt mál, vit eru errin av, men vit royna at síggja tað positiva við hesum - at vit hava lært nakað av tí, vit hava gjørt. Vit hava eisini boðað okkara viðskiftafólkum frá hendingini, sigur stjórin í NHV, Lars Skov Christensen, við www.jv.dk
##med2##