Gloymdu at sløkkja mikrofonirnar

Tað hevur skapt stóra øsing, at frásøgumaðurin hjá SkySports eftir dystin millum Føroyar og Skotland sendi nøkur minni heppin orð í luftina, tá hann helt, at mikrofonirnar vóru sløktar

Fótbóltur

 

- Daft little ground, silly game. Fuck off.

Soleiðis ljóðaðu seinastu orðini frá frásøgumanninum hjá SkySports, Richard Keys, tá teir vóru lidnir at senda frá dystinum á Svangaskarði millum Føroyar og Skotland.

Sjálvur helt Keys, at mikrofonirnar vóru sløktar, tá orðini fóru í luftina, men prátið millum hann og Jamie Redknapp, sum eisini var við til varpingina.

Leiðslan í SkySports var alt fyri eitt úti við eini treytaleysari umbering fyri hendingina.

- Talan var um eitt tekniskt mistak, sum bar við sær, at off-air viðmerkingar av óvart komu við. Ein og hvør, sum hevur hoyrt okkara umrøðu av dystinum, er ikki í iva um, at vit fult og heilt stuðla skotska liðnum. Viðmerkingar komu at enda í eini seks tíma langari frásøgn, og vit vilja sjálvandi geva eina treytaleysa umbering til allar hyggjarar, sum tóku sær tikni av hesum, segði ein talsmaður fyri SkySports.

Klippið við orðunum hjá Keys er sjálvandi at finna á netinum, og er slóðin her www.whoateallthepies.tv/2007/06/skys_richard_ke.html

Hendingin minnir ikki sørt um hana, sum fyri fáum árum síðani kostaði Ron Atkonson starvið sum fótbóltsviðmerkjara. Hetta tá hann tosaði niðrandi um Chelsea spælaran, Marcel Desailly, tá Big Ron annars helt, at mikrofonirnar vóru sløkar.

Richard Keys missir tó ikki starvið, verður sagt á SkySports. Sum føroyingar kunnu vit so bara ímynda okkum, hvussu orðini høvdu ljóðað, um okkara menn sendu onkrar av møguleikunum í dystinum í kassan.