Gloymdu tey fátæku

Brotsmenn í New Orleans gera sær dælt av ruðuleikanum aftan á ódnarveðrið. Tí eru túsundtals hermenn sendir til býin. Samstundis verða myndugleikarnir lagdir undir vánaliga fyrireiking undan ódnini. Teir gloymdu tey fátæku.

Lógloysi valdar í New Orleans. Lík flóta í gøtunum, summastaðnni eru bardagar ímillum brotsmannalið, og fleiri løgreglumenn hava sagt upp. Sjúkrahúsini fáa hvørki mat ella heilivág til sjúklingarnar, og læknarnir siga, at bæði teir og sjúklimngarnir mugu flytast úr býnum, kemur ikki annað skil á. Umleið 25.000 fólk eru stúgvað saman á einum ítróttarøki undir sera vánaligum umstøðum. Um allan býin sløðast lík, og myndugleikarnir hava ávarað um umfarssjúkur.

Í gjár bað Kathleen Blanco, guvernørur, stjórnina í Washington senda 40.000 hermenn til býin at fáa skil á. Framman undan vóru nakrir hundrað hermenn komnir úr Arkansas, og 300 hermenn, sum júst vóru komnir aftur úr Irak, fingu boð um at fara beinleiðis til New Orleans.

-Hermenninir hava fingið boð um at skjóta, so vit mkunnu fáa enda á lógloysinum, segði guvernørurin.


Vánalig fyrireiking

Myndugleikarnir í Louisiana og Mississippi eru fyri hvøssum atfinningum, tí fleiri vilja vera við, at teir vóru alt ov illa fyrireikaðir til ódnarveðrið. Tað rakti serliga tey fátæku.

-Tað kennist, sum at myndugleikarnir í New Orleans hugsaðu bara um tey, sum høvdu bil. Einki varð sagt um, hvussu hini kundu sleppa úr býnum, áðrenn ódnin kom, sigur Lloyd Dumas, professari á University of Texas við The Guardian. Hann er ikki tann einasti, sum fýlist á myndugleikarnar. Fleiri onnur vísa á, at tá myndugleikarnir góvu fólki boð um at fara úr New Orleans, var tað eingin, sum hugsaði um tey, ið ikki høvdu bil. Har vóru eingir bussar, so tey, ið ikki kundu fara sjálvi, noyddust at verða verandi í býnum.

-Tað er sera hugstoytandi, tí serliga í New Orleans eru nógv fátæk fólk, sum búgva undir sera vánaligum umstøðum. Tey áttu lítið, og nú eiga tey einki, sigur Michael L. Lomax, stjóri á stovninum Negro College Found, við Los Angeles Times, sum skýrir ódnina "vanlukku teirra fátæku".


Fleiri túsund deyð

Enn veit eingin, hvussu mong mannalív "Katrina" hevur kravt, men tey flestu vænta, at talan helst er um fleiri túsund. Umleið 80 prosent av New Orleans stendur undir í vatni, og serfrøðingar hjá herinum hava roknað út, at tað fer at taka seks mánaðir at fáa vatnið úr býnum.

Í grannastatinum Mississippi vita myndugleikarnir heldur ikki, hvussu mong eru deyð, men Harly Barbour, guvernørur, segði í gjár, at talan er um nógv fólk.