Eksamensokið og tann støðuga óróðin og spenningurin, kann nú leggjast aftur um bak. Ikki nógv er so herligt sum løtan beint aftaná náttarlesna og eksamenspress við høgum adrenalini at koma heilskapað út í hinum endanum.
Beint nú liggur lívið víðopið fyri tykkum. Tit hava longsta partin av vaksnamannalívinum frammanfyri tykkum. Tit standa á einum sera áhugaverdum vegamóti.
Frælsi
Tit hava eitt frælsi, sum tit ikki fáa aftur - fyrr enn kanska seint í lívinum. Eitt frælsi at velja og frávelja.
Tit eru leys av foreldrunum, fara nú av álvara úr reiðrinum og kunnu í hóskandi fjarstøðu frá teimum gera tykkara egnu áskoðanir. Lættari er at finna síni egnu bein burturi frá vanliga umhvørvinum.
Parforhold binda tykkum ikki. Enn skuldu hesi helst bara verið romantisk og trupulleikaleys. Tað liggur so væl fyri hjá tykkum beint nú. Nógva orku nýtast tit ikki at brúka at hugsa um onnur. Tað kemur seinni.
Útbúgvingarliga/vinnuliga eru møguleikarnir góðir í ár. Ein studentaskúlarektari segði nú um dagarnar, at møguleikarnir eru so stórir (tí árgangirnir eru so smáir og vinnulívið rópar eftir fólki) - at tey ungu vita ikki síni livandi ráð. Valmøguleikarnir eru ov nógvir. Eg veit ikki um valmøguleikarnir kunnu vera ov nógvir. Frælsið at sleppa at royna tær útbúgvingar, ein hevur hug til, er nógv vert - og soleiðis hevur ikki verið nú í mong ár.
Ábyrgd
Við frælsi fylgir ábyrgd. (Hesi orðini haldi eg vit hava hoyrt fyrr!). Kanska var tað eisini ábyrgdina, nevndi rektari sipaði til, tá hon helt, at tey ungu vóru so ótrygg - tí møguleikarnir vóru ov nógvir. Tað var onkursvegna lættari, tá onnur tóku avgerðirnar, t.d. avmarkaðu talið av útbúgvingarplássum. Fleiri møguleikar seta størri krøv til ábyrgd, til at tora, at taka avgerðir.
Fíggjarliga eru tit ikki fræls enn, men minnist meg rætt, so vóru størstu projektini tá ikki fíggjarvánirnar, men hvussu best kundi fáast burtur úr teimum longu vikuskiftunum. Og strævið kundi tað eisini vera.
Og við frælsinum kundi tað eisini kennast so sum so, tá hormonini gjørdu um seg, komu uppá tvørs á øllum planum. Og so verða tað allarhelst hesi, sum koma at hava avgerandi týdning fyri lívsleið tykkara. Tilvildini mugu vit eisini rokna við. Vit kunnu ikki velja okkum fram til alt.
Tvey projekt fyri framman
Fyri framman ligga 2 stór projektir og bíða eftir tykkum. Tveir maktpolar sum hála í og kappast um tykkum.
Fyri 50 árum síðani, tá ommur og abbar tykkara - og serliga abbar - gjørdust pisur, var ein pisurøðu neyvan nýtt sum pallur at fortelja vælútbúnum pisum, at tær skulu nýta evnir og orku eisini til at fjálga um heimalívið. Heimalívið/ fam.lívið var ikki nakað, sum alment var tosað um. Fólk kendu sítt pláss.
Familjulívið
Soleiðis er ikki í dag. Ruðulleiki valdar innan familjuna og ávirkar útum familjuna, rakar vinnuna og teir almennu kassarnar. Trupulleikin er ikki bert privatur.
Hetta byrjaði tá genturnar fóru at fáa sær útbúgvingar á sama støði sum dreingirnir. Og genturnar vildu vinna pening eisini. Tær tráðaðu eftir somu virðing og viðurkenning sum útbúgving og arbeiði góvu dreingjunum. Tað virksama arbeiðslívið dregur, meiri enn tað ofta einsamalla lívið heima við hús við barnaansing, matgerð og vaksing - og ongari inntøku.
Henda kollveltingin við gentunum, sum vit síggja eisini er galdandi fyri Suðuroynna, og sum er kanska ein tann størsta kollvelting seinastu 50 árini, setur nú spor síni í heimalívið, vinnulívið og í politiska lívið eisini innan leingi.
Kollveltandi, tá hugsað verður um, hvussu stutt tað er síðani, at fremsta uppgávan hjá gentunum var at vera húsmóðir, og at skúlagongd tí ikki var hildin so neyðug. Og maðurin var forsyrgjarin. Restir av einum hugburði, sum framvegis sporast. So stutt síðani, at hetta var dagligdagurin hjá ommum og abbum tykkara, sum fyri bert 20-30 árum síðani vóru ráðandi ættarliðið í landinum. Ikki so løgið, at tey politisku tiltøkini so ofta koma haltandi aftaná, nakrar generatiónir ov seint.
Gentur og dreingir, tit fara nú undir víðari útbúgvingar og út í vinnuna og innan leingi fara nógv av tykkum at reiðrast, ikki sum pisur, men sum foreldur. Eg rokni tíverri ikki við at fara skeiv, tá eg sigi, at neyvan er ruðulleikin sum valdar í løtuni: at fáa familju/privatlív at sampakka við vinnulív, av, tá tykkara túrur kemur.
Hetta verður ein trupulleiki hjá tykkum bæði gentum og dreingjum. Tá børnini, sum krevja bæði tíð og orku. koma. Tá standa tit aftur fyri einum vali, sum tit nú eru tvey um at taka. Og valið liggur ikki so beint fyri.
Trýstið, um at fáa familjulív og vinnulív at ganga hond í hond, liggur í dag størri á gentunum enn á dreingjunum. Men hava genturnar ein trupulleika, so fáa tit dreingir tað eisini - skulu tit liva saman. Til genturnar vil eg siga: at húsmóðiryrkið og umsorganin ikki liggur so langt afturi í bakhøvdi tykkara, koma tit uttan iva at merkja. Nógv trýst kemur uttanífrá, frá vinnuni og teimum treytum hon setir, men trýstið kemur eisini frá tykkum sjálvum av egnum krøvum. Sleppið nøkur av hesum krøvum og sleppið dreingjunum(makunum) framat. Teir eru kanska ikki altíð so altráðir, og skulu viðhvørt haldast til við harðari hond ella motiverast, men kortini hoyrast teir ofta nøkur ár seinni sita og siga seg hava eina kenslu av at standa uttanfyri familjuna, børnini. Teir sluppu ikki uppí part.
Báðir partar hava nakað at læra her, og veruleikin er, at tað er alneyðugt, at tit sum í dag standa javnbjóðis útbúgvingarliga nú taka felags - og eins stór tøk í heimalívinum. Og bæði hava nakað at vinna, tí eitt gott privatlív er onnur helvtin av tí heila lívinum.
Útbúgvingin
Hitt projektið, sum kanska liggur meiri frammaliga hjá tykkum beint nú, er útbúgvingin og vinnulívið. Tað er ein týdningarmikil partur av lívinum, og verður kanska tey fyrstu árini dyrkað meiri eldhugað enn hin privati parturin. Soleiðis kann tað eisini væl vera. Men ansið eftir ikki at gloyma privata partin - og tað verður serliga sagt til dreingirnar. Eitt gott lív krevur báðar partar, sum í veruleikanum eru treytaðir av hvør øðrum.
Studentsprógv
Tit hoyra til tann umleið 1/3 av einum ungdómsárgangi sum hevur valt at taka studentsprógv. Ein góð barlast fyri víðari útbúgving og persónligari menning.
Tað sjálvsálit skúlagongdin hevur givið tykkum, skal haldast við líka og styrkjast. Tað gera tit best við at brúka tykkum sjálvi, evnini og orkuna. Tit hava lært sjálvstøðuga støðutakan, og at formulera tykkum. Nýtið hesi evnini. Setið spurningar við tað verandi og verið ikki bangin alment at koma fram við áskoðanum tykkara.
Sjálvsálitið, sum er so týdningarmikið, veksur ikki av sær sjálvum. Tað veksur ein tumma hvørja ferð ein fær prógvað, at tað ein gjørdi ella segði, var rætt. Eldhugi og dirvi, sum eru sereyðkenni fyri ungdómin eru góð amboð til vaskandi sjálvsálit.
Framtíðin
Tá eg frætti, at her í Suðri vóru bert 8 dreingir, sum gjørdist pisur og 23 gentur, og at tølini í Havnini vóru 73 gentur og 37 dreingir, (á Kamsdali var tali javnt 19/19), á landsplan eru genturnar í stórum fleirtali (% 69 gentur og 31 dreingir) - tá undraðist eg. Hetta er greið ábending um, at viðurskifti í samfelagnum eru, sum gera støðuna fyri gentur og dreingir so ymiska.
Hvat merkir hetta? Hví er tað so? Hvar eru dreingirnir? Vit kunnu bert gita.
Í Danmark har gongdin er tann sama, helt ein mannligur granskari, at tað var tí, at skúlin var meiri lokkandi fyri gentur, hóskaði betur til tær, hetta at sita og arbeiða undir skipaðum viðurskiftum. Ein kvinnuligur granskari helt orsøkina vera, at dreingirnir høvdu lættari við at vinna sær skjótan og nógvan pening, og at ikki nógv slík arbeiði eru til genturnar. Hin vegin helt hon eisini, at hetta kundi vera óheppið fyri dreingirnar í longdini, tá samfelagshjólini aftur fóru at mala spakuligari.
Hetta er vert at hugsa um. Hvar blíva dreingirnir av, og koma tær innaftur í útbúgvingar seinni. Vit hava ongar kanningar á økinum. Løgið, tá hugsað verður um, hvønn týdning tað hevur fyri framtíðar samfelagsstrukturin at vita, hvussu íbúgvarnir skipa seg við útbúgvinum, yrkjum osv.
Og verður hugsað um decentralisering (útjaðarapolitikk), og at eitthvørt samfelag krevur bæði kynini, er nærliggjandi at spyrja, hvar allar hesar vælútbúnu genturnar eru um nøkur ár og hvar eru dreingir, bæði teir sum standa her í dag, og teir sum ikki eru her.
Og vit vita, at ein støðugt størri partur av ungdóminum fær størri útbúgvingar.
Vit vænta okkum nógv av tykkum, og gongur sum tað plagar, so mynda tit ella ein stórur partur av tykkum um eini 20 ár, tað ráðandi stættina í Føroyum. Tit eru tá í leiðandi størvum innan tað almenna, privatu vinnuna og í politikkinum. Hvørji tey átroðkani málini tá vera hjá tykkum at greiða er ikki lætt at at spáða um við tí rúkandi ferð, sum er á øllum. Góðan byrð og enn einaferð tillukku.
Turið