GLS fyri 11. ferð

 

Nú nærkast dagurin, tá GLS-leiðararáðstevnan í Norðurlandahúsinum fyri 2018 fer av bakkastokki. Hetta er 11. ráðstevnan síðani fyrstu stevnuna í 2008, og áhugin í dag er eins stórur sum undanfarnu árini.

 

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum 19. – 20. januar. Temaði í ár verður - ØLL HAVA ÁVIRKAN. Tað verða ikki færri en 10 fyrilestrarhaldarar, sum aftur í ár verða á stórskíggja. Allir fyrilestrarnir verða føroyskt tekstaðir.

 

Seinastu árini hevur tað verið vanligt, at føroyingur er boðin at hava fyrilestur, og soleiðis verður eisini í ár. Vanligt hevur verið, at føroyski luttakarin er ein persónur, sum hevur eitthvørt serligt, ið hann kann røða um á stevnuni. Í ár er tað søldfirðingurin Uni Rasmussen, sum er boðin at vera gestarøðari, og hann hevur bæði eina dramatiska og spennandi lívssøgu at siga luttakarunum á GLS-ráðstevnuni í ár.

 

Ein onnur spennandi persónligheit, sum verður at síggja og hoyra á stórskíggjanum í ár, er heimskenda kvinnan Joni Eareckson Tada, sum eisini hevur eina dramatiska og spennadi lívssøgu at siga frá.

 

Tað trýtur ikki við spennandi fyrilestrarhaldarum á GLS í ár. Millum røðararnar verður eisini kvinnan Immaculée IIibagiza. Hon er úr afrikanska landinum Ruanda. Hon var ein av teimum, sum yvirlivdi fólkamorðið í Ruanda í 1994, har nærum ein millión tutsiar lótu lív. Saman við sjey øðrum kvinnum krógvaði hon seg undan morðhungrandi Ruandamonnum í einum lítlum baðirúmi í 91 dagar. 

 

Hon skrivar bøkur og heldur fyrilestrar har hon ger seg til talskvinnu fyri trúgv, fyrigeving, vón og friði. Hon arbeiðir m.a. gjøgnum ST, og er rithøvundur av bókini Left to tell, sum bleiv ein bestseljari. 

 

Skrivað hevur Poul Jóhan Djurhuus, Kristiliga Tíðindatænastan