Glyvra kirkja fær ikki kommunalan stuðul

Kirkjuráðið á Glyvrum hevur í nøkur ár arbeitt við eini ætlan um at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.  Um aldarskiftið var tosað um at byggja kirkjuna út, men stiftsstjórnin helt, at betur var at byggja nýggja kirkju. Tí tilmælinum tók kirkjuráðið á Glyvrum undir við og farið var undir at savna inn pening til endamálið.

 

- Vit høvdu eina arkitektakapping, sum Árni Winther vann og vit hava arbeitt víðari við tí, sigur Hans Jacob Lamhauge, formaður í kirkjuráðnum á Glyvrum.

 

Samlaða verkætlanin kostar umleið 60 milliónir og sambært lóg, so skal kirkjuráðið savna saman ein triðing av upphæddini sjálv.

 

- Tað merkir, at vit skulu savna saman 20 milliónir. Í løtuni hava vit umleið 13 milliónir krónur, sum vit í stóran mun hava fingið frá staðbundna kirkjuskattinum og gávum, men tað er tungt at savna so nógvan pening inn. Tí hava vit millum annað valt, at søkja kommununa um stuðul til grevstur og annað, men tey hava ikki tikið undir við tí higartil, sigur Hans Jacob Lamhauge.

 

Lendis- og jørðarbeiðið er mett at kosta umleið 3.7 milliónir.

 

Hans Jacob Lamhauge sigur, at í fyrsta umfarið segði kommunan nei, tí tey ivaðust í um tað var í tráð við lóg og siðvenju, at kommunan stuðlaði bygging av kirkju og eisini ynsktu tey, at vit meir um verkætlanina.

 

- Vit royna so umaftur nú og hava lagt okkurt afturat umsóknini, sigur Hans Jacob Lamhauge, sum vísir á, at tey enn royna at savna inn pening til verkætlanina. Millum annað við almennum fundum og annað um verkætlanina.

 

Ikki ein kommunal uppgáva

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður í fíggjarnevndini í Runavíkar kommunu, sigur, at tað er ikki vanligt, at ein kommuna stuðlar eini kirkjubygging fíggjarliga og tað er heldur ikki ætlanin hjá teimum.

 

- Kirkjufólkið eigur kirkjuna. Ikki kommunan. Tað er ikki ein kommunal uppgáva at byggja ein kirkju, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Borgarstjórin vísir á, Runavíkar kommuna hevur ikki sum siðvenju at stuðla kirkju- og samkomubygningum fíggjarliga og tey vilja ikki gera mun á, við at stuðla hesum byggjarínum.

 

Í svarinum til umsóknina sigur borgarstjórin eisini at Runavíkar kommuna veit ikki meiri um byggjaríið enn borgararnir gera, og hava onki havt við staðseting og nýtslu av hølum at gera og at tað er lítið sum bendir á, at tað kann argumenterast út um meginregluna, sum er, at kommunur ikki stuðla átrúnaðarligum felagsskapum.

 

- Vit hava fimm kirkjur í kommuni og fleiri samkomuhús, sum øll eru bygd uttan stuðul frá kommununi. Um vit skapa fyridømi við hesum, so kann tað gerast dýrt hjá kommununi til endans, sigur Tórbjørn Jacobsen.