Go Go Glitnir

Leygarkvøldið fara væl uppløgdu prix vinnararnir í Go Go Blues á pallin í Glitni. Go Go Blues hava síðan teir vunnu Prix Føroyar spælt nógv uttanlanda og innanlanda. Teir hava m. vitja stórar bluesfestivalar kring heimin. Teir bjóða altíð sín væl spælda blúsrokk, men á heimasíðuni hjá Glitni, verður sagt, at talan verður um livandi dansitónleik leygarkvøldið.

Teir tríggir Go Go Bluesararnir: Uni Debes, Arnold Ludvig, Rógvi á Rógvi eru júst komnir aftur úr Íslandi, har teir hava verið á tónleikaferð. Uni sigur við glitnir.org, at teir gleða seg til at sleppa á Pall í nýggja dansistaðnum.