Ísfiskalínuskipið Váðasteinur og tey trý frystilínuskipini, Klakkur, Eivind og Kambur, hava øll verið í rokfiskiskapi á Flemish Kap, síðan tey byrjaðu fiskiskap har yviri.
Váðasteinur hevur júst verið heima í Føroyum og landað 250.000 pund av avhøvdaðum toski. Teir fingu góðan prís fyri fiskin, og mett verður, at manningarparturin fyri túrin verður stívliga 40.000 krónur.
Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at Váðasteinur hevði seks setur á Flemish Kap, og tað merkir, at hvør seta í miðal hevur givið stívliga 40.000 pund í lastina.
Í kvøld loysti Váðasteinur aftur og er farin nýggjan túr yvir á Flemish Kap, har hini trý frystilínuskipini framvegis eru. Kambur og Klakkur hava verið inni í Ný Foundlandi og landað, og Eivind skal eisini landa har yviri.
Frystilínuskipini hava higartil fiskað millum sløk 200 og 240 tons av toski hvørt. Tað tekur sína tíð at frysta veiðina, og tí skal fiskurin fáast til høldar so hvørt, sum fiskað verður.
In.fo skilir, at frystilínuskipini klára at frysta eini 16-20 tons um samdøgnið.
Kvotan hjá føroyskum línuskipum á Flemish Kap í ár er góð 2000 tons. Hini stívliga 1000 tonsini eiga trolararnir. Nú øll fýra línuskipini eru liðug við fyrsta túrin, er meira enn helmingurin av línukvotuni eftir.
So, hesi fýra skipini fáa í øllum førum ein túr í part aftrat, áðrenn kvotan hjá línuskipunum verður uppi.