GOD-Digital til Føroya

Tíðindaskriv

 

GOD Digital, sum dagliga sendir kristiligt sjónvarp til milliónir í øllum Europa, kemur nú til Føroya at presentera tær vælumtóktu sjónvarpsrásirnar.

Simon og Kaja Jacobsen koma til Føroya fyri fyrstu ferð at hava kunningarfundir og seminar um GOD-Digital. Leygardagin kl. 15.00 verður GOD-Digital seminar í høllini í Runavík. Har fara tey at greiða frá arbeiðinum og sýna ymiskt fram, øll áhuga kunnu møta. Tey hava eisini ein GOD-Digital bás á øllum møtunum hjá Teresu Wairimu, har høvi verður at síggja ymiskt og tosa við tey.

GOD-Digital fer frá 1 mai at senda á nýggja satelittinum Eurobird 28.5° eystur, tá kunnu rásirnar væntandi síggjast við væl minni parabolantennu enn nú. Nærri fæst at vita leygardagin.

Umframt The GOD Channel, sum er ókodað, hava tey fleiri aðrar rásir, bæði útvarp og sjónvarp. Umframt 3 sjónvarpsrásir og fleiri útvarpsrásir, sum eru kristiligar burturav, síggja tey, sum tekna seg til GOD-Digital eisini t.d. Sky news, CNN, BBC, sport og fleiri aðrar rásir á tí nýggja satelittinum; men tey leggja dent á, at alt er ?safe viewing?. The GOD Channel er ókodað, men hinar GOD-rásirnar má ein tekna seg til. Tey, sum ynskja at tekna seg til GOD Digital pakkan, kunnu fáa ein ókeypis digitalan móttakara til láns frá teimum. Leygardagin fæst eisini at vita, hvat ein kann síggja á GOD-Digital.

The GOD Channel ? fremsta kristiliga rásin í Europa, sum sendir alt døgnið ? verður bjóðað ókeypis til kaðal og antennufeløg í Føroyum. The GOD Channel er í dag á teimum flestu stóru kaðalfeløgunum í Danmark og restini av Skandinavia.

Simon fer leygardagin at tosa um: ?Et sandt eventyr i den kristne verden!? um hvussu Gud byrjaði í London, og tað undrið, sum er farið fram tey síðstu 5 árini og ?TV mediet som Nutidens store redskab for vækkelse og udbredelse af evangeliet!?

Simon og Kaja eru í Føroyum frá 19 til 23 apríl.

Teirra adressa í Danmark er: GOD DIGITAL SCANDINAVIA, Postboks 12, DK 9800 Hjørring, Tel 0045 9890 9150, e-mail: [email protected], heimasíða: www.god-digital.com