Góð gongd í Sandoy og í Suðuroy

Tað eru 1000 fleiri løntakarar í dag enn fyri 18 mánaðum síðani, sambært Hagstovuni.

Hagstovan hevur almannakunngjørt tølini fyri løntakarar, og siga tey eina bjarta søgu. Hóat talið á løntakarum í juni var tað sama sum í mai, nevniliga 24.379, so eru tað gott 1.000 fleiri enn fyri 18 mánaðum síðan.

 

Flestu teirra arbeiða innan tað almenna, beint yvir 9.000, men størsti vøksturin hevur verið í fiski- og alivinnuni, har tað nú starvast 4.081 fólk, 271 fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Tað eru fleiri løntakarar í øllum sýslum. Í tali er størsti vøksturin í Streymoyar og Norðoya sýslum. Lutfalsliga er størsta framgongdin í Sandoyar- og Suðuroyar sýslum, ávíkavist 7,2% og 6,5%. Í Eysturoyar sýslu er lutfalsliga minsta framgongdin við 1,5%, har eru einans 85 fleiri løntakarar enn í fjør.

 

 

Ein stórur partur av nýggju løntakarunum eru tannáringar. Tað eru 138 fleiri tannáringar til arbeiðis í dag enn fyri einum ári síðani. Men tað eru eisini gott og væl 100 fleiri pensjónistar til arbeiðis, ein vøkstur upp á 10,3 prosent síðani í fjør.

- Tað, at fleiri tannáringar gerast løntakarar, kann hanga saman við lága arbeiðsloysinum, sum er í løtuni. Tá verður eftirspurningurin eftir alternativari arbeiðsmegi stórur. Hinvegin, so gerast alsamt fleiri pensjónistar, so tað kann verða orsøkin til at fleiri av teimum eru løntakarar, skrivar Hagstovan.

 

 

Eins og við lønunum, so fer størsti parturin av framgongdini til mannfólkini. Av teimum 785 løntakarunum, sum vóru fleiri í juni samanborið við juni í fjør, eru 448 menn, meðan tað eru 337 fleiri kvinnur, sum eru løntakarar. Ein munur er tó millum lønirnar og løntakarar. Kvinnurnar vinna 40% av lønini, men eru 48% av løntakarunum. Ein av orsøkunum er helst, at fleiri kvinnur enn menn eru í parttíðararbeiði.