Andri Benjaminsen hevur longt sáttmálan við B68 við tveimum árum. Stóra stjørnan á væl spælandi B68-liðnum hevur longt sáttmálan við tveimum árum, so hann nú er sáttmálabundin til endan av 2023.
Andri Benjaminsen hevur verið heilt stóra stjørnan hjá B68 seinastu tvey árini. Hann skoraði hattrik, tá B68 vann 3-2 á AB í upp og niðurflytingardystinum í desember í fjør.
Í ár hevur hann verið ímyndin av framgongdini hjá toftamonnum, sum hava vunnið seg úr niðurflytingarstríðnum í løtuni. 22 ára gamli vongurin hevur spælt 19 dystir og skorað fimm mál í ár. Seinastu tvey umførini hevur hann verið avgerandi, tá B68 hevur vunnið á EB/Streymi og ÍF.
B68 spælir leygardagin móti 07 Vestur á Dungasandi.