Góð tíðindi frá Landssjúkrahúsinum til fólk við parkinson

Eftir at Parkinsonfelagið gjørdi vart við at limir okkara vóru ikki nøgdir við samskifti við Neurologiska Ambulatoriið á Landsjúkrahúsinum, svarar leiðslan, at tey harmast um, at fólk hava havt eina neiliga uppliving av samskiftinum við Neurologiska Depilin.

 

Rudi Kollslíð, yvirlækni á Medisinsku Deild, og Bjarki á Rógvi Hansen skrivar soleiðis í svarið til Parkinsonfelagið:

Hvønn dag (mánadag - fríggjadag) sita tvær dugnaligar neuro-sjúkrarøktarfrøðingar og svara telefonini frá kl. 10.30 til kl. 12.30 á tlf. 304500 - lokal nr. 6273 og 6274. Harafturat er ein neurologur til staðar (mikudag – fríggjadag) tríggjar út av fýra vikum um mánaðin.

Sum nakað nýtt arbeiða vit við at gera tað møguligt hjá fólki við parkinson at ringja til neurologin ásetta telefontíð, men hetta fara vit at kunna um so skjótt, sum tað verður sett í verk.

 

John William Joensen

formaður

Parkinsonfelagið