Nú verður meiri ferð sett á arbeiðið at bora tunnilin til Dals. Upprunaliga fekk Landsverk níggju milliónir at arbeiða fyri í ár og tað røkkur so stutt, at Landsverk ætlaði ikki at taka arbeiðið upp fyrr enn einaferð í heyst, tí so rukku pengarnar árið út. Og so var ætlanin at halda fram beint eftir nýggjár og arbeiða næsta ár so langt játtanin tá røkkur.
Men nú hevur Landsstýrið lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at játta 10,5 milliónir afturat til Dalstunnilin. Landsstýrið sigur, at hetta er ein játtan, sum upprunaliga varð sett av til at bøta um vegin ígjøgnum Sandslíð, men tað er bara ein lítil partur av játtanini, sum verður brúkt í ár.
Tí verða 10,5 milliónir fluttar til Dalstunnilin. Sostatt hevur Landsverk 19,5 milliónir krónur at bora fyri í ár. Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki sigur, at hetta merkir, at arbeiðið kann takast upp aftur nakað væl fyrr enn ætlað. Ætlanin var at taka arbeiðið upp aftur í heyst, men verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt, verður arbeiðið tikið upp aftur stutt eftir páskir.
Í fjør hevði Landsverk 21 milliónir at bora fyri. Játtanin á fíggjarlógini var níggju milliónir, men so fann Landsverk 12 milliónir aðrastaðni frá – men avleiðingin av tí var, at ymsar ábøtur á tunlar, og annað, vórðu ikki gjørdar og stjórin á Landsverki sigur, at kann ikki halda fram.
Landsverk sigur, at fyri tær 21 milliónirnar í fjør, fingu teir bora 700 metrar, so fyri játtanina í ár verða einir 600 metrar boraðir. Higartil eru 680 metrar boraðir og tilsamans er tunnilin 2,2 kilometrar langur, so tá ið árið í ár er farið, eru tey komin einar 1.280 metrar inn og tað nakað væl meir enn í helvt.
Landsverk hevur sagt, at skulu tey kunna arbeiða alt árið, krevst ein játtan upp á einar 20 milliónir um árið.
Tað hevur verið frammi á Løgtingið, at tað ábøturnar á vegin í Sandslíð verða verða nógv bíligari, tá ið tað er koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin, tí tá ber til at arbeiða munandi effektivari við at føra maskinur, útgerð og tilfar til Sands.