Tað er komið dátt við hjá føroysku uppsjóvarskipunum, sum framleiða umborð, at skotskir fiskiveiðumyndugleikar eftir øllum at døma ikki vilja loyva framleiðslu umborð, vísandi til eina kunngerð um útblaking frá 1998.
Hvørki vinnan ella landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava verið vitandi um, at hetta kundi gerast ein trupulleiki, fyrr enn føroyska verksmiðjuskipið Christian í Grótinum herfyri varð biðin um at fylgja við til Lerwick í Hetlandi.
- Skipini, sum eru spesialiserað at framleiða umborð fingu brádliga at vita, at hetta kunnu tey ikki. Tað løgna er, at fiskiveiðumyndugleikarnir hava víst til eina kunngerð, sum tekur støði í 'útblaking'. Hesi skipini gera jú tað øvuta - tey royna at framleiða og gagnnýta alt umborð, sigur Jacob Vestergaard, Fiskimálaráðharri.
Hann sigur, at hann ætlar sær at taka hetta upp við avvarðandi myndugleikarnar í Brússel.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Jacob Vestergaard