Góði hýsuprísurin heldur sær

Teir, sum hava selt hýsu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum teir seinastu dagarnar, hava fingið góðan prís, og soleiðis var eisini í dag.

Teir, sum hava selt hýsu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum teir seinastu dagarnar, hava fingið góðan prís, og soleiðis var eisini í dag.

 

Knappliga 15 tons av hýsu vóru á uppboðssøluni í dag. Tað mesta var hýsa II og II, og meðalprísurin fyri hana var 22,45 krónur. Besti prísur fyri hýsu var í dag 24,60 krónur.

 

Hinvegin er prísurin á toski framvegis lágur. Í dag seldi Fiskamarknaðurin umleið 25 tons av toski. Ein lítil helvt var toskur IV, sum fór fyri 9,11 krónur í meðal fyri kilo. Hægsta boðið fyri tosk var 14,10. 

 

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 60 tons í dag.