Góði Jenis: Hjálp

Góði Jenis

 

Hjálp!

 

Eg havi hoyrt, at tú ert tann, ið varðar av dagstovnaøkjum, so eg hugsi, at um nakar kann hjálpa mær, so er tað tú.

 

Eg eiti Hallur, eg eri tvey ár og gangi í vøggustovu.

 

Beint nú eri eg sera keddur, tí í dag eru bert 2 starvsfólk til 11 børn á mínari stovu, so vit stóru mugu klára okkum heilt sjálvi. Her er eingin vaksin, sum hevur tíð til at troysta meg - kanska tú hevur tíð til at lurta eftir mær?

 

Tað, sum eisini ger meg keddan, er, at mín yndis námsfrøðingur gevst í dag. Hon eitur Linda og er ein av teimum raskastu vaksnu, eg nakrantíð havi møtt. Hon elskar sítt starv og øll okkum børn, men ein dagin kom okkurt, sum kallast "sparingar" og “effektiviseringar”, og slogan sum; “meira fyri minni” og tá bleiv hon sjúkrameldað av strongd og var burtur í langa tíð.

 

Nú hevur hon tað betur aftur, men hevur avgjørt at gevast, tí hon má ansa eftir sær sjálvari - eins og hini starvsfólkini. Tey siga, at normeringin er vorðin so vánalig, at tey ikki kunnu ansa nóg væl eftir mær og sær sjálvum samstundis.. Tey tosa við vreiði og við uppgevandi og keddum røddum og brúka orð, eg ikki kenni. "Barnavarðveitsla, fakta-mótstøðuførir politikarir og alment umsorganarsvik” siga tey. Hvat merkir tað?

 

Leiðarin í vøggustovuni eitur Mikkjal og hann er eisini ordiliga góður. Eg fari at spyrja hann, um hann kann biðja Lindu um at verða her hjá okkum. Hóast eg veit, at hann er komin til arbeiðis aftur eftir eina langa sjúkrafráveru, finni eg hann ikki. Fyrr sá eg hann hvønn dag, men so kom okkurt sum eitur effektivisering og eindarleiðsla, sum merktu, at hann skuldi halda skil á nógv meira enn áður og nú síggi eg hann næstan aldrin.

 

Hvussu kann man vera ein góður og nærverandi leiðari við so nógvum ábyrgdum, samstundis sum man ikki fær tímarnar til at røkja starvið væl?

 

Tíbetur er námsfrøðingurin Milja framvegis hjá okkum. Vanliga stuttleikaðu vit okkum eina rúgvu, men so kom okkurt sum eitur "málmenning og stýring av læring" og nú síggi eg heldur ikki hana serliga ofta. Hon vil gjarna vera hjá okkum børnum, og hon sigur, tá hon klemmar meg, at hon saknar barnatíð, men at hon verður noydd til at fara frá mær nú, tí hon skal inn á kontórið at skriva eina rúgvu inn á telduna til okkurt, sum eitur dokumentatión.

 

Tað er t.d. sera týðandi at dokumentera, at tey vaksnu í dag hava lært okkum vøggustovubørn munin ímillum ein tríkant og fýrakant, tí tað er tað, námsfrøðingarnir verða mátaðir eftir. Har er eingin, ið skrivar niður, hvussu langa tíð eg gangi við skitnari blæðu, áðrenn hon verður skift, hvussu leingi eg gráti, áðrenn eg fái klemm og hvussu ofta eg havi havt kontakt við ein vaksnan í dag.

 

Eg elski at læra nýggj ting og haldi, at bæði tríkantar og fýrakantar eru áhugaverdir, men hvussu kann tað vera meira týðandi enn at brúka tíðina til alt tað, sum gevur mær kenslu av tryggleika ígjøgnum dagin, har eg kann gerast eitt vælvirkandi menniskja?

 

Míni foreldur halda, at tey kunnu goyma fyri mær, at tey ikki eru so glað fyri at lata meg inn í vøggustovuna, men eg síggi tað so væl í eygunum á teimum, um tey veruliga meina tað, tá tey siga "Í dag verður ein góður dagur í vøggustovuni".

 

Av og á havi eg kensluna av, at tey eru ørkymlað og tá verði eg tað eisini. Tey tosa um granskingar, sum hava víst, at tað er skaðiligt hjá okkum børnum at ganga á stovnum við vánaligum normeringum, men um tað er satt, so eigur mín stovnur ikki at verða opin, tí tað er jú ikki loyvt at skaða børnini í Føroyum, ha? Tey siga eisini, at onkur klókur maður einaferð hevur sagt, at tann besta íløgan eitt samfelag kann gera, er at tryggja okkum børnum virðilig kor at mennast undir, men um tað er satt, hví vil samfelagið so ikki gera tað íløguna í okkum?

 

Tey vaksnu siga, at alt stendst av effektiviseringum og sparingum, men eg haldi ikki, at tað ljóðar serliga effektivt at skapa eina skipan, sum ger, at bæði børn, foreldur og námsfrøðingar eru kedd, ørkymlað og sjúk?

 

So góði Jenis, kanst tú ansa eftir mínum starvsfólkum, so tey kunnu ansa eftir mær?

 

Eg eri bert eitt barn og kann ikki gera annað enn at siga frá, hvussu eg havi tað. Tú er "ráðharri" og pápi. Og tú bæði kann, og eigur at bøta um viðurskiftini á dagstovnaøkinum, tí tú hevur hægstu ábyrgd.

 

Vit hava tørv á tíni hjálp.

 

Heilsan

 

Hallur

 

PS: Kanska tú heldur, at eg bara eri ein lítil naivur drongur, tí eg haldi, at eg kann broyta nakað við mínum brævi. Men eg haldi, at tað eru tit vaksnu, sum eru naiv, um tit halda at tit fáa vælvirkandi framtíðarborgarar, samstundis sum tit vanrøkja økiđ, vit og starvsfólkini dagliga eru í.

 

 

 

Hallur er ímyndin av øllum børnum í Føroyum, sum hvønn dag ikki verða tikin í álvara.