Góðir dagar hjá sandoyingum

1. DEILD: Í dag vann B71 á heimavølli ímóti HB, sum hevði fleiri spælarar úr besta hópinum á liðnum

Mynd: B71

Tað kendist eitt sindur ófrættakent hjá sandoyingum, tá ið B71 summarmáladag tapti 4-0 í Fuglafirði í kappingini um løgmanssteypið. Men síðani hava teir í B71 rættiliga reist seg.

 

2. páskadag var B71 aftur í Fuglafirði, tá ið útsettur landskappingardystur var á skránni. Eftir avrikið og úrslitið fýra dagar frammanundan og á sama vølli varð ÍF roknað at vera stórur favorittur, men nú var úrslitið 2-2.

 

Í dag hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá HB, og úrslitið var 2-0 heimasigur, hóast HB hevði onkrar av teimum á liðnum, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Eitt nú fyrrverandi B71 spælararnar Pætur J. Petersen og Dan í Soylu, sum alla tíðina vóru á vøllinum. Tað var brasilksi Klayver Do Nascimento eisini. Hann hevur annars fýr tey undanfarnu árini spælt við B71.

 

Tvífaldur málskjútti hjá B71 var Jónatan Kjærbo, sum skoraði til 1-0, tá ið eitt stórt korter var farið, og sum økti um leiðsluna til 2-0, tá ið seinni hálvleikur var seks minuttir gamal.

 

Í fyrra førinum var tað eftir hornaspark, og í seinna førinum var tað eftir upplegg frá Jovanni Garcia úr USA, sum kom til B71 fyrr í ár.

 

Tey bæði málini, sum Jónatan Kjærbo skoraði í dag, eru tey fyrstu yvirhøvur, sum hann hevur skorað í næstbestu deildini. 17 ára gamli Jónatan Kjærbo spældi sambært faroesoccer.com í dag fyri 22. ferð í næstbestu deildini, har hann var fyri fyrstu ferð 1. august í 2020 ella tríggjar dagar eftir, at hann ólavsøkudag í 2020 fylti 16 ár.

 

B71 hevur spælt seks dystir og hevur 12 stig. Næsti dysturin verður á útivølli ímóti Víkingi um eina lítla viku.

 

HB hevur spælt seks dystir og hevur 9 stig. Næsti dysturin hjá HB verður um eina viku á heimavølli ímóti ÍF.

 

Mynd: B71