Góðtaka hetta ikki longur

Tað er vónleyst at skipa og stýra heilsuverkið, um tað ikki er greitt hvat man stýrir fram ímóti, sigur felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í eini yvirlýsing.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur havt aðalfund um vikuskifti. Á aðalfundinum var sum vera man kjakast um støðuna á føroyska heilsuverkinum.

- Ófriðurin, sum hevur merkt heilsuøkið seinastu tíðina gevur ótryggleika á øllum trimum sjúrkahúsum, skrivar felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í eini yvirlýsing frá aðalfundi teirra.

 

- Tað er vónleyst at skipa og stýra heilsuverkið, um tað ikki er greitt hvat man stýrir fram ímóti, stendur í yvirlýsingini, sum eisini eggjar landsins leiðslu at orða ein heilsupolitikk fyri allar Føroyar, eins og at syrgja fyri, at neyðuga játtanin verður veitt heilsuverkinum.

 

Felagið boðar frá, at politisku útmeldinganar um sparingar ørkymlar limir felagsins, tí ilt er at síggja, hvussu sparast kann, uttan  at tað fer at hava ógvuliga neiliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið og veittar tænastur til sjúklingarnar, skrivar felagið.

 

- Limir felagsins eru samdir um, at arbeiðsbyrðan støðugt økist og gera hervið vart við, at vit ikki eru sinnaði at góðtaka hetta longur, skrivar felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í yvirlýsingini.